Tað skal vera lættari at sleppa til sálarfrøðing

Lægri egingjald til sálarfrøðing

 

Ynskja fólk sálarfrøðiliga viðgerð hjá privatstarvandi sálarfrøðingi, skulu tey sjálvi rinda 60 % av upphæddini, meðan Heilsutrygd rindar 40 %. Borgarin rindar sostatt sjálvur 632 krónur. Tað er gleðiligt, at vit hava eina stuðulsskipan, men 632 krónur fleiri ferðir kunnu gerast nógvir pengar hjá summum, og tað er óheppið, um fíggjarviðurskifti forða fyri, at fólk leita sær neyðugu hjálpina. Eitt ávíst egingjald kann virka motiverandi í mun til at taka ímóti hjálp og fáa nakað burtur úr henni, men egingjaldið kundi við tíðini verið broytt, soleiðis at Heilsutrygd rindar 60 % og borgarin sjálvur 40 %.

 

Tað skal ikki vera neyðugt við einari diagnosu fyri at fáa hjálp

 

Eisini er tað óheppið, at bert diagnosurnar ótti og tunglyndi geva atgongd til ókeypis sálarfrøðiliga hjálp. Hóast fólk flest onkursvegna kenna seg aftur í hesum báðum kassum, so er skjótt, at fólk enda júst í hesum kassum, tí teimum tørvar hjálp, og hetta eru einastu kassarnir, ið tey kunnu brúka. Betri hevði verið, at skipanin ikki var so tongd at diagnosum, men lagað soleiðis, at ung og vaksin, ið onkursvegna stríðast í lívinum og ynskja sálarfrøðiliga hjálp, kundu fingið hesa hjálp – uttan endiliga at skula hava eina diagnosu. Hjálpin kundi verið veitt við einum egingjaldi. Diagnosur eru í síni heild atferðareyðkenni og ikki endiliga biologiskt staðfestar. Sambandið millum umhvørvi og genetikk er trupult at greina, og tað ber ikki til at tulka atferðina hjá fólki óhefta av tí lívi, tey hava livað, og teimum kontekstum, tey eru partar av. Vit eiga at duga betur at hjálpa øllum børnum, ungum og vaksnum. Tað eigur ikki at vera neyðugt við einari diagnosu fyri at fáa røttu hjálpina.

 

Betri hjálp til at leggja av at taka psykiatriskan heilivág

 

Vit kundu endurskoðað ávísar mannagongdir í mun til at hjálpa fólki at sleppa av við psykiatriskan heilivág. Nógv sløg av psykiatriskum heilivági eru sera bindandi og kunnu geva abstinenssymptom og onnur hjáárin, og viðgerðin kann tí vera sera trupul at koma burturúr. Um fólk fegin vilja halda uppat at taka psykiatriskan heilivág, og læknin metir hetta vera ráðiligt, eiga fólkini at fáa røttu hjálpina til tess.

 

 

 

Birita Lamhauge Jóansdóttir

Valevni fyri Fólkaflokkin

 

Valdið til fólkið

– Vel Fólkaflokkin 26. mars