Avgerðin um, hvør skal vinna FM, er útsett. B36 var leikliga greitt omaná ímóti EB/Streymi í Gundadali, men tað var spenningur heilt, inntil dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð. Orsøkin var tann, at leiðlsan bara var 1-0 við framúr málinum, sum Lukasz Cieslewicz skoraði eftir einmansavrik. B36 hevði nógvar møguleikar, sum vórðu misnýttir, og tá ið EB/Streymur eigur Arnbjørn Hansen og síðstu løtuna sendi gamla málrevin Egil á Bø fram í álopið, so var tað spenningur alla tíðina.
HB er framvegis fýra stig aftanfyri B36. Í dag vann HB 3-1 á útivølli ímóti AB, sum annars var frammanfyri 1-0. Stóri HB spælarin í dag var Andrew av Fløtum, sum skoraði øll trý HB málini og harvið skoraði reint hattrikk.
Tað er longu avgjørt, at steypavinnararnir í Víkingi skulu vinna bronsukrónurnar í landskappingini. Fyrr í ár hava Víkingur og ÍF spælt tvær ferðir javnt. Í dag var eingin slingur í valsinum hjá steypavinnarunum. Hallur Hansson skoraði hattrikk, og Víkingur vann 5-0!
NSÍ styrkti um sína støðu í kappingini um fjórða plássið og harvið europeisku atgongumerkini. Toppskjúttin Klæmint A. Olsen skoraði bæði málini í 2-0 heimasigrinum á KÍ, sum við tapinum misti nógv í kappingini um altjóða atgongumerkini.
Á Skála endaði tað 1-1 millum longu niðurfluttu Skála og B68.
Víkingur-ÍF 5-0 (4-0)
1-0: Hallur Hansson 2.
2-0: Súni Olsen 8.
3-0: Hallur Hansson 36.
4-0: Sølvi Vatnhamar 40.
5-0: Hallur Hansson 73.
NSÍ-KÍ 2-0 (1-0)
1-0: sjálvmál 30.
2-0: Klæmint A. Olsen 77.
Skála-B68 1-1 (0-1)
0-1: Evrard Blé 10.
1-1: Jákup Johansen 49.
B36-EB/Streymur 1-0 (1-0)
1-0: Lukasz Cieslewicz 35.
AB-HB 1-3 (1-0)
1-0: Jobin Drangastein 21.
1-1: Andrew av Fløtum 66.
1-2: Andrew av Fløtum 71.
1-3: Andrew av Fløtum 86.
Støðan eftir 25 umfør
B36 58
HB 54
Víkingur 45
NSÍ 37
EB/Streymur 34
KÍ 33
ÍF 28
AB 25
B68 17
Skála 13
26. umfar
Sunnudagin 19. oktober
KÍ-AB
ÍF-EB/Streymur
B68-B36
Skála-Víkingur
HB-NSÍ
LIÐUGT
1-0
Hans Pauli Samuelsen spælir upp á tvørs, og B36 bjargar til horna!
1-0
Egil á Bø er fluttur fram í EB/Streyma álopið, og tað ber spentar støður við sær í báðum endum. Innskifti Árni G. Nielsen hevur havt risa møguleika at økja um leiðsluna, men René Tórgarð bjargaði.
4 minuttir eru lagdir aftrat.
90) 1-0
Rói Olsen hjá EB/Streymi hevur roynt seg av brotsteigarmarkinum, men bólturin fór omanfyri málið.
Andrew Poulsen er komin á vøllin í staðin fyri Niels Paula Danielsen hjá EB/Streymi.
86) 1-0
B36 spælir orduliga við eld. Eftir at hava havt í hvussu so er tíggju møguleikar at økja um leiðsluna, er støðan framvegis 1-0. EB/Streymur spennir nú álopsbogan. Bæði Arnbjørn Hansen og Niels Pauli Danielsen hava havt góðar royndir, og tað er eisini vandamikið, tá ið Jónas Tór Næs roynir seg við longum innkøstum.
80) 1-0
Heini í Skorini hevur avloyst Hanus Thorleifsson hjá B36, og Árni G. Nielsen hevur avloyst Jákup á Borg.
Rói Olsen er komin inn hjá EB/Streymi í staðin fyri Arnar Dam.
72) 1-0
Tað er ikki frítt, at tað kennist ampi at vera á B36 viðhaldsfjøldini. Hóast fleiri upplagdar málmøguleikar, so er leiðslan framvegis tepur, og við Arnbjørn Hansen í hinum endanum, er møguleiki fyri, at kann verða javnt.
70) 1-0
Tað mesta gongur fyri seg í og kring EB/Streyma brotsteigin. Síðstu løtuna hava bæði Adeshina Lawal og Jákup á Borg havt góðar royndir við langskotum, men René Tórgarð er stinnur, og tá ið Lawal var púra leysur frammanfyri málverjan, trillaði hann bóltin framvið málverjanum og á stólpan!
63) 1-0
Hóast B36 hevur risa leikliga yvirvág, so er leiðslan tepur. At tað kann vera vandamikið sást fyri lítlari løtu síðani, tá ið Arnbjørn Hansen enn eina ferð kom í sera góða støðu, men hann misnýtti enn eina ferð.
58) 1-0
B36 er greitt omaná.
55) 1-0
Brian Olsen hjá EB/Streymi fer av vøllinum, og Jan á Høgaryggi hevur loyst av.
EB/Streymur hevur síðstu løtuna havt betri tak á spælinum enn fyrr í dag.
50) 1-0
Fyrsta lítla løtan er tað einki, sum bendir á, at B36 skal missa leiðsluna. Lukasz Cieslewicz hevur havt bóltin á stólpanum, og Adeshina Lawal hevur eisini havt góðan møguleika, eftir at EB/Streymur enn eina ferð kiksaði í uppspælinum.
HÁLVLEIKUR
1-0
35) 1-0: Lukasc Cieslewicz 35.
Eftir kiks í EB/Streyma uppspælinum á miðjum vølli hevur B36 lagt seg framum, og harvið er ramur FM roykur í Gundadali. Lukasz Cieslewicz sneiddi seg framum trimum mótstøðumonnum, áðrenn hann setti bóltin í málið.
25) 0-0
So var heilt tætt við, at B36 skoraði. Jákup á Borg royndi seg við langskoti, og René Tórgarð í EB/Streyma málinum var illa trongdur, tá ið hann umvegis stólpan vardi fyri. Vindurin spældi málverjanum eitt puss.
22) 0-0
Hóast stórt B36 trýst, so er tað EB/Streymur, sum hevur havt størsta møguleikan. Arnbjørn Hansen varð spældur púra leysur, og málrevurin hevði góða tíð, men Tórður Thomsen í B36 málinum stórbjargaði.
15) 0-0
B36 hevur fult tamarhald á, og talan hevur verið um fleiri møguleikar, uttan at tað hevur eydnast at skora. EB/Streymur dúvar upp á langar sendingar til Arnbjørn Hansen, sum hevur torførar treytir.
B36 hevur havt seks hornaspørk, og hvørja ferð er um reppið, at bólturin dansar á strikuni.
8) 0-0
B36 ágangurin er stórur, og heimaliðið í Gundadali hevur havt trý horna og fleiri aðrar spentar støður.
5) 0-0
EB/Streymur hevur havt fyrsta hornasparkið, men B36 hevur havt fyrstu tvær vandamiklu royndirnar.
1) 0-0
Líkindini eru ikki so galin, hóast tað er eitt frískt lot og ælaveður.
B36-EB/Streymur kl. 15.00
Dómari: Eiler Rasmussen
B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Andres H. Eriksen, Odmar Færø, Alex Mellemgaard – Róaldur Jakobsen, Klæmint Matras, Lukasz Cieslewicz – Jákup á Borg, Adeshina Lawal, Hanus Thorleifsson
EB/Streymur: René Tórgarð – Jónas þór Næs, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Rógvi Egilstoft Nielsen – Niels Pauli Danielsen, Arnar Dam, Brian Olsen – Leif Niclasen, Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen
-------
LIÐUGT
1-3
85) 1-3: Andrew av Fløtum
So hevur Andrew av Fløtum skorað hattrikki. Eftir innlegg stýrdi hann fyrstu ferð bóltin í málið.
70) 1-2: Andrew av Fløtum
FM spurningurin verður neyvan svaraður í dag. Nú hevur Andrew av Fløtum aftur skorað, og harvið er HB á sigurskós á Argjum.
66) 1-1: Andrew av Fløtum
So hevur HB fingið úrtøku burturúr stóru yvirvágini í 2. hálvleiki. Veteranurin Andrew av Fløtum var leysur í brotsteiginum, tá ið hann setti bóltin í málið.
60) 1-0
HB pressar, og Santos hevur havt bóltin á tvørtrænum fyri aðru ferð í dag.
René S. Joensen hevur avloyst Jógvan Róa Davidsen hjá HB.
50) 1-0
AB leggur nú stóran dent a at verja leiðsluna, meðan HB leggur nógv fyri í álopspartinum.
HÁLVLEIKUR
1-0
Tað er ikki frítt, at tað sæst á HB spælinum, at tíðindini um B36 leiðsluna eru nádd út á Argir. HB spennir álopsbogan sera nógv, men enn hevur tað ikki eydnast at skora.
32) 1-0
Eftir leiðslumálið hevur AB verið væl betri við, og tað hevði einki forgjørt verið í tí, um heimaliðið økti um leiðsluna. Nú er javnari aftur.
20) 1-0: Jobin Drangastein
Eftir horna og innfyri aftur frá Dmitrije Jankovic setti Jobin Drangastein úr stuttari fjarstøðu bóltin í HB málið.
15) 0-0
Tað er framvegis málleyst, men tað er HB, sum leikliga er greitt omaná.
AB-HB kl. 15.00
Dómari: Alex Troleis
AB: Heðin Stenberg – Andras B. Vágsheyg, Gert Drangastein, Dmitrije Jankovic, Beinir Ellefsen - Jónas Stenberg, Kári Nielsen, Mikkjal T. Hentze, Jobin Drangastein, Dan í Soylu - Karstin Højgaard
HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Pál Mohr Joensen, Rógvi Holm, Alex José dos Santos – Levi Hanssen, Fróði Benjaminsen, Heini Vatnsdal – Jóan Símun Edmundsson, Andrew av Fløtum, Kristin R. Mouritsen
----------
LIÐUGT
2-0
78) 2-0: Klæmint A. Olsen
So hevur NSÍ veruliga styrkt um sína støðu á fjórða plássi. Enn eina ferð var tað toppskjúttin Klæmint A. Olsen, sum skoraði. Hesa ferð var tað við høvdinum, eftir at Andy Olsen hevði lagt innfyri úr høgru.
73) 1-0
Tað er stórur spenningur við Løkin, og síðstu løtuna hava bæði liðini havt góðar møguleikar. Páll A. Klettskarði misnýtti fyri KÍ, eftir at Hjalgrím Elttør legði innfyri, og í hinum endanum hevur Klæmint A. Olsen havt bóltin í málinum, men tað varð kolldømt fyri rangstøðu.
HÁLVLEIKUR
1-0
Klaksvíkingar hava havt tveir risa møguleikar at javna. Í báðum førum var Páll Klettskarð leysur mitt fyri og stutt úr málinum, men hann sendi báðu ferðirnar bóltin við síðuna av málinum – aðru ferðina við høvdinum og hina ferðina við innaru síðuni.
32) 1-0: Klæmint A. Olsen
Hóast NSÍ hevur vindin undan, so hevur heimaliðið lagt seg framum. Toppskjúttin Klæmint A. Olsen royndi seg við frísparki úr 18-20 metrum. Bólturin tók í ein bláan og snýtti Meinhardt Joensen í KÍ málinum.
10) 0-0
Umstøðurnar eru ikki góðar at spæla við Løkin. Tað eru grovir ælingar, og tað er torført at fáa samanspæl í lag í nógva vindum, sum KÍ hevur undan í 1. hálvleiki.
Higartil hevur tað verið heilt friðarligt.
NSÍ-KÍ kl. 15.00
Dómari: Ransin N. Djurhuus
NSÍ: Andras Gango – Jónhard Frederiksberg, Monrad Holm Jakobsen, Jens Joensen, Einar Tróndargjógv – Justinus R. Hansen, Pól Jóhannus Justinussen – Árni Frederiksberg, Jann Martin Mortensen, Andy Olsen – Klæmint A. Olsen
KÍ: Meinhardt Joensen – Johan Jacobsen, Jonas Flindt Rasmussen, Sørmundur Kalsø, Heðin á Lakjuni – Ndende Adama Guéye, Ivan Joensen, Hjalgrím Elttør – Henry Heinesen, Páll A. Klettskarð, Heðin Klakstein
----
LIÐUGT
5-0
75) 5-0: Hallur Hansson
So hevur Hallur Hansson skorað hatrikk í dag.
HÁLVLEIKUR
4-0: Sølvi Vatnhamar
Eftir vónbrotið í Gundadali mikukvøldið, tá ið teir taptu 2-1 ímóti HB, so hava víkingarnir orduliga reist seg. Hóast umstøðurnar ikki eru av teimum bestu, so hevur samanspælið verið framúr, og hálvleiksleiðslan er 4-0!
38) 3-0: Hallur Hansson
Hóast gestirnir bíða eftir at fáa vindin undan og harvið betri fyritreytir, so er mótbrekkan vorðin øgiliga brøtt, nú Hallur Hansson hevur skorað fyri aðru ferð í dag - hesa ferð við høvdinum - og harvið hevur økt um heimaleiðsluna, so hon nú er 3-0!
32) 2-0
Soleiðis sum gongdin higartil hevur verið, so er spurningurin bara, hvussu stórur heimasigurin skal verða. Men tá skal havast í huga, at ÍF hevur fríska vindin í 1. hálvleiki.
15) 2-0: Súni Olsen
Rimmar fríspark undan vindinum, sum heimaliðið hevur undan.
7) 1-0: Hallur Hansson
Í gjár skrivaði Hallur Hansson undir nýggjan sáttmála við Víking, og eftir lítla løtu ímóti grannunum í ÍF hevur hann lagt Víking framum. Bárður Hansen legði innfyri úr høgru.
Vindurin argar í Sarpugerði.
Víkingur-ÍF kl. 15.00D
Dómari: Lars Müller
Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Heðin Hansen, Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson, Súni Olsen – Philip Djordjevic, Finnur Justinussen
ÍF: Jákup Mikkelsen – Leivur Joensen, Bartal Eliasen, Fritleif í Lambanum, Áki Petersen – Dánjal á Lakjuni, Kristoffur Jakobsen, Bogi Reinert Petersen, Clayton Soares, Nenad Saric - Bogi Løkin
---
LIÐUGT
1-1
60) 1-1: Jákup Johansen
So er javnt á Skála, har Jákup Johansen hevur javnað fyri heimaliðið.
HÁLVLEIKUR
0-1
Toftamenn hava havt góðan møguleika at økja um leiðsluna, men bólturin brast í tvørtræið aftanfyri Predrag Markovic, sum í dag stóð í Skála málinum.
15) 0-1: Evrard Blé
Hóast tað er heimaliðið, sum hevur fríska vindin undan, so er tað B68, sum hevur lagt seg framum. Miðvallarin Evrard Blé skoraði eftir horna.
Skála-B68 kl. 15.00
Dómari: Dagfinn Forná
Skála: Predrag Markovic - Ari Olsen, Andras Fredriksberg, Petur Pauli Mikkelsen, Holgar Durhuus - Jákup Johansen, Pauli G. Hansen, Edvin Jacobsen, Ólavur Mikkelsen - Jóhan Johansen, Ahmed Keita
B68: Hans Jørgensen - Niklas Poulsen, Jóhan Dávur Højgaard, Mads Rosenberg, Kristian Anton Andreassen - Evrard Blé, Hákun Edmundsson, André Olsen - Andrias á Líknargøtu, Óli Olsen, Ibrahima Camara