Í gár hevði løgreglan nøkur átøk við skúlar í miðstaðarøkinum og norðurøkinum, har kannað var, um børn sita íbundin í bili.
Hugt varð eisini eftir, hvussu foreldur seta børnini av, tá tey fara úr bilinum og í skúla, nú tað er myrkt á morgni, og sýnið kann vera vánaligt.
- Vit eru kki her fyri at geva bøtur, men fyri trygglekíkans skuld, segði vaktleiðarin á løgeglustøðini í gjár.
Í morgun visti vaktleiðarin at siga, at tað stóð væl til við skúlarnar. Í bilum, sum vórðu kannaðir, sótu børn íbundin, og alt vísti seg at vera í lagi.
- Vit mugu siga, at hetta sá ógvuliga gott út, og einki mál varð skrivað við skúlarnar, sigur vaktleiðarin.
Í gjár hevði løgreglan eisini ferðsluátak í Eysturoy og í miðstaðarøkinum, og her vórðu tilsamans fimm mál skrivað.
Í trimum førum tosaðu bilførarar í hondhildnari fartelefon, ein bilførari sat ikki í trygdarbelti, og ein hevði viðfestivogn, har ljósini ikki vóru í lagi.
- Øðrumegin Kollfjarðartunnilin varð ein bilførari máldur at koyra 110 kilometrar um tíman, og hesin fær klipp í koyrikortið.
Vaktleiðarin leggur aftrat, at fimm bilar í miðstaðarøkinum mistu eisini síni nummarspjøldur síðstu nátt.