Kanska var spælið ikki alla tíðina so flótandi og samanhangandi. Men tað var sera spennandi, og serliga fram ímóti dystarenda, tá ið tað var heilt stutt millum málini, var tað heilt undirhaldandi.
ÍF og FC Suðuroy gera seg til at fara úr Sarpugerði, har fyrsti dysturin í 17. umfari hevur verið í kvøld. Úrslitið var 3-3, eftir at fuglfirðingar vóru frammanfyri 1-0, tá ið tað varð farið til hálvleik. Hetta er aðru ferð, at FC Suðuroy fer suður aftur við úrtøku eftir útidyst ímóti ÍF. Á krossmessu endaði tað 3-2 til FC Suðuroy í Fuglafirði.
Tá ið hálvur tími var farin, setti Dánjal á Lakjuni hol á fyri ÍF eftir uppspæl frá Clayton Soares. Dánjal var fremsti fuglfirðingurin í kvøld, meðan Clayton Soares var fremsti miðvallarin.
Beinanvegin eftir steðgin hevði ÍF risa møguleika at tvífalda leiðsluna, men Ari Ó. Ellingsgaard sendi brotsspark upp um málið.
Í staðin var tað FC Suðuroy, sum javnaði til 1-1. Málskjútti var miðverjin Valerian, sum við høvdinum stýrdi bóltin í málið, tá ið fríspark varð lagt í brotsteigin.
Beinanvegin eftir steðgin kom Jón Krosslá Poulsen á vøllin í staðin fyri Palla Augustinussen, sum sá út til at vera skaðadarvaður. Tá ið tað restaðu 20 minuttir, legði Jón Krosslá Poulsen FC Suðuroy framum 2-1. Eftir langa sending megnaði hann at halda tveir verjuspælarar aftanfyri seg, og so setti hann bóltin framvið Hallgrím G. Hansen og í málið.
Bara lítla løtu seinni svaraði ÍF aftur. Clayton Soares javnaði til 2-2, eftir at Nenad Saric hevði spælt hann leysan úr vinstru.
Tíggju minuttir undan dystarloki legði Mamuka FC Suðuroy enn einaferð á sigurskós. Hesaferð var tað eftir horna, at bólturin varð settur í málið.
Fimm minuttir seinni var aftur javnt. Innskifti Adeshina Lawal skoraði til 3-3. Karl Løkin legði horna innfyri úr vinstru, Poul Nolsøe Mikkelsen snittaði bóltin víðari, og so potaði Adeshina Lawal bóltin í málið.
Dómarin legði fimm minuttir aftrat vanligu leiktíðini. Báðir partar royndu at skora sigursmálið, men tað endaði 3-3.
ÍF-FC Suðuroy 3-3 (1-0)
1-0: Dánjal á Lakjuni 30.
1-1: Valerian Iobashvili 52.
1-2: Jón Krosslá Poulsen 70.
2-2: Clayton Soares 72.
2-3: Mamuka 80.
3-3: Adeshina Lawal 86.
Dómari: Lars Múller
ÍF: Hallgím Gregersen Hansen – Leivur Joensen, Áki Petersen, Poul Nolsøe Mikkelsen, Jan Ó. Ellingsgaard (Kristoffur Jakobsen, 75.) – Karl Løkin, Nenad Saric – Andy Ó. Olsen (Fritleif í Lambanum, 39.), Clayton Soares, Ari Ó. Ellingsgaard (Adeshina Lawal, 67.) – Dánjal á Lakjuni
Gult kort: eingin
FC Suðuroy: Rani Nolsøe Johannesen – Dánjal Godtfred (Christian Ibeagha, 85.), Valerian Iobashvili, Heini Bech, Tóki Mortensen (Teitur Mortensen, 70.) – Salmundur Bech, Høgni Madsen – Búi Egilsson, John Tordar Poulsen, Palli Augustinussen (Jón Krosslá Poulsen, 46.) - Mamuka
Gult kort: Salmundur Bech, Høgni Madsen, Tóki Mortensen og Valerian Iobashvili
Beinleiðis frásøgnin: