Alfreð Gíslason: Tað var nervakent í steðginum

Landsliðsvenjarin hjá Týsklandi viðgongur, at tað stóð á gomlum nøglum undan seinna hálvleiki

Sum ein fer gjøgnum týskar ítróttarmiðlar gongur aftur, at tað var ikki sørt av einum skelki, at eitt "Drittenklasse" - triðja floks lið sum Føroyar var á odda 16-15 í steðginum móti Týsklandi í HM-undandystinum ígjár.

 

Íslendski landsliðsvenjarin hjá Týsklandi, Alfreð Gíslason sigur, at tað kendist ógvuliga nervakent undan seinna hálvleiki.

 

Tað gevur Alfreði Gíslason høvuðbrýggj, at føroyska liðið kom til so nógvar málmøguleikar bæði í Kiel og í høllini á Hálsi.

 

Eitt afturvendandi orð sum týsku miðlarnir brúka var, at sigrarnir á Føroyum vóru "Glanzlos". Teir vóru ikki nakað at reypa av, og tað hjálpti eisini týska liðnum í útidystinum, at orkan gekk undan hjá føroyska liðnum. Týsku miðlarnir sum altíð krevja nógv av sínum landsliðum halda, at tað er nógv hjá týska liðnum at bøta um.

 

Týsku miðlarnir nevna eisini tað fantastisku ljóðkulissuna, ið teir 1.750 áskoðararnir í høllini á Hálsi skaptu, og týska liðið merkti veruliga, at teir vóru á útivølli.