Tað var sum í sjavskapping

Fótbóltur: Dómarin setti seg sjálvan í miðdepulin, tá gøtumenn spældu seg í fjórðingsfinaluna í steypakappingini

Tað stóð ikki so ógvuliga nógv upp á spæl, tá gøtumenn við heimafylgi í góðveðrinum týskvøldið vitjaðu á Svangaskarði. Sannlíkið var stórt fyri, at bæði liðini skulu kvalifisera seg at koma víðari úr bólkaumfarinum, og eftir 3-2 sigurin er tað mest sum avgjørt, at GÍ fær eitt pláss í fjórðingsfinaluni.


Gylt korter

Gøtumenn høvdu royndar spælarar í útgangsstøðuni, og tað var teimum til fyrimunar. Ungu menninir, Magni Jacobsen, Súni Olsen og Leivur Hansen komu inn miðskeiðis í 2. hálvleiki, og teir høvdu torførari við at standa seg, enn teir, sum vita hvat tað snýr seg um, tá grannalið hittast í 1. deild.

Serliga seinna partin av 1. hálvleiki hekk spælið hjá GÍ væl betri saman. Hesa løtuna tóktist, sum um teir blágulu vóru komnir langt í samanspælingini av liði, sum ætlar at blanda seg í toppin í 1. deild. Avtalurnar hildu, nógvir bjóðaðu seg til, og bóltførleikin og orkan vóru á góðari leið.

Tað var eisini hesa løtuna, at GÍ fekk trý mál, men felags fyri tey øll var, at mótstøðumenninir høvdu óhepnan leiklut í teimum.

Henning Jarnskor, sum onkuntíð var í borðinum og viðhvørt var frammi, setti hol á við sera ivasomum brotssparki, sum dómarin gav gøtumonnum eftir tætt stríð um tvørbólt millum Søren Skov Jørgensen (fongur fyri GÍ álopið) og ein av miðverjunum.

Tá vóru 23 minuttir farnir, og bara tveir minuttir seinni økti Søren Skov Jørgensen. Eftir innlegg úr høgru kundu B68 málverjin og ein miðverji ikki semjast um, hvør skuldi taka sær av bóltinum, og so prikaði danin bóltin inn um strikuna. Og eftir 39 minuttir var tað væl spælandi Sámal Joensen, sum sendi langskot í málið. B68 málverjin steðgaði bóltinum við hondunum, men alíkavæl rullaði bólturin millum beinini á honum og inn um strikuna.


Hekk ikki nóg

væl saman

Gøtumenn høvdu eisini takið fyrstu løtuna eftir steðgin. Í Niels Suna Poulsen, Jan Petersen, Sámal Erik Hentze og Øssuri Hansen hevði B68 skilagóðar bóltspælarar, men liðavrikið hekk ikki saman. Stutt sagt tí at flytingarnar vóru ov tilvildarligar, og tí ov fáir kendu ábyrgd fyri at bjóða seg til í samanspælinum, og so bleiv tað ov ofta til langar og ikki serliga neyvar bóltar, samstundis sum eftiransingarnar ikki vóru nóg góðar.

Samanspælið gjørdist frægari, tá Fróði Benjaminsen og Serghéy Kréksjin komu inn, men tað var eyðsýnt, at tað framvegis restar nógv í, áðrenn tað hongur rætt saman hjá B68.


Kortspælið

Birgir Sondum var dómari, og hann tulkaði ásetingarnar viðvíkjandi kortunum øðrvísi, enn so nógvir hava gjørt undan honum og uttan iva fara at gera eftir hann. Tað hevur verið og verður nógv gjørt burturúr, at svørtkløddu menninir skulu hava sama hugburð og skulu sláa harðliga niður á somu ónollur. Í undanfarnu umførum í steypakappingini hevur verið sjón fyri søgn, at ?tuningin? í dómaraflokkinum ikki enn er heilt neyv, og tað sást aftur týskvøldið

Tólv ferðir vóru gul og reyð kort á lofti. Heimaliðið átti tíggju av kortunum. Edmund Jacobsen fekk gult eftir 30 og 77 minuttir og harvið reytt, Jóhannes Danielsen fekk gult eftir 59 og 69 minuttir og harvið reytt, og Olaf Højgaard (35), Øssur Hansen (60), Fróði Benjaminsen (71) og Sámal Erk Hentze (90) fingu hini kortini.

Hjá GÍ fingu Jóan P. Olsen (84) og Janus Rasmussen (90) ostaflísina.


Betri undirmannaðir

Øssur Hansen hevði undan fyrru útvísingini minkað um munin. 58 minuttir vóru farnir, tá hann eftir at Sámal Erik Hentze hevði sent í tvørtræið, skumpaði bóltin um linjuna, men tá toftamenn gjørdust níggju móti ellivu tóktist GÍ ikki at vera í vanda.

Men gøtumenn høvdu skift út, rútman var farin, og hugburðurin var sera ullintur. Teir á heimaliðnum stríddust, og tveir minuttir undan leikloki sleit Øssur Hansen seg leysan í vinstru og skoraði. So var spenningur í eina lítla løtu, og í kvøld verður seinna akt, tá B68 vitjar í Sarpisgerði. Spurningurin er, hvussu tað verður við kortspælinum og harvið hvørjir sleppa at spæla við, tá tað annað vikuskifti verður farið undir landskappingina!


B68-GÍ 2-3 (0-3)

0-1: Henning Jarnskor (br.)

0-2: Søren Skov Jørgensen

0-3: Sámal Joensen

1-3: Øssur Hansen

2-3: Øssur Hansen