Fyri fyrstu ferð í seks ár møtast HB og B36 í steypafinaluni hjá monnum.
Talan verður um tíggjundu steypafinaluna millum HB og B36 síðani føroyska steypakappingin byrjaði í 1955.
Í gomlum døgum møttust HB og B36 rættiliga ofta í steypafinaluni. Í 1959 vann HB 1-0 á B36 í steypafinaluni. Í 1963 møttust liðini aftur í steypafinaluni, og tá vann HB heili 7-1.
Í 1964 varð talan um tvær spennandi uppgerðir. Fyrru ferð, tá liðini leiktu á Sevmýru á Tvøroyri endaði steypafinalan við javnleiki 3-3. Nakrar dagar seinni var umdystur í Gundadali sum HB vann tepurt 4-3.
Í 1965 fekk B36 loksins hevnd fyri undanfarnu steypaósigrarnar, tá teir vunnu 3-2 á HB í steypafinaluni.
Liðini møttust aftur í steypafinalunum í 1968, og í 1969. Ì 1968 vann HB 2-1, og í 1969 vann HB 2-0 í steypafinaluni.
Liðini møttust aftur í steypafinaluni í 1972, tá HB vann heili 6-1. Síðani gingu 19 ár, áðrenn liðini møttust aftur í steypafinaluni í 1991. Tá vann B36 1-0.
Í 2018 vann B36 7-6 á HB aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping. Tað stóð á jøvnum 2-2 aftaná 90 minuttir, og B36 megnaði við níggju móti 11 monnum at hóra undan í longdu leiktíðini.
HB hevur vunnið steypakappingina 29 ferðir sum er føroyskt met, seinast var í fjør, tá HB vann á B68 í finaluni aftaná brotssparkskapping.
B36 hevur vunnið steypakappingina sjey ferðir, seinast í 2021, tá teir vunnu á NSÍ aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping.
Finalan millum HB og B36 verður leikt leygardagin 2. november.
Steypafinalurnar millum HB og B36 higartil í føroysku fótbóltssøguni eru hesar:
(Keldur: Wikipedia og FaroeSoccer)
1959 | HB | 1–0 | B36 | Gundadalur |
1963 | HB | 7–1 | B36 | Gundadalur |
1964 | HB | 3–3 | B36 | Sevmýri, Tvøroyri |
Umdystur: 4–3 | Gundadalur |
1965 | B36 | 3–2 | HB | Gundadalur |
1968 | HB | 2–1 | B36 | Gundadalur |
1969 | HB | 2–0 | B36 | Gundadalur |
1972 | HB | 6–1 | B36 | Gundadalur |
1991 | B36 | 1–0 | HB | Gundadalur |
2018 | B36 | 2–2 (e.l.l.), (5–4 br.) | HB | Tórsvøllur |