Hetta vikuskiftið er sundalagsstevna í Hvalvík. Kappróður var ásettur at vera seinnapartin í morgin, men soleiðis verður tað ikki.
Róðrarsamband Føroya skrivar soleiðis í kvøld á heimasíðu síni rsf.fo:
Fyriskipararnir av sundalagsróðrinum, veðurkøn, dómarar og nevndin í Róðrarsambandinum hava avgjørt at útseta kappróðurin, sum skuldi vera leygardagin kl. 12.30, til sunnudagin kl. 13.00.
Veðurvánirnar eru ov ósikrar og kappingarvindeygað ov knapt til, at vit kunnu avgreiða kappróðurin á væleydnaðan hátt.
Flaggtíðirnar fyri barnamanningarnar vera broyttar til:
12.55 Barnaróður gentur Riðil 1
13.10 Barnaróður gentur Riðil 2
13.40 Barnaróður gentur FINALA
14.10 Barnaróður dreingir Riðil 1
14.25 Barnaróður dreingir Riðil 2
14.55 Barnaróður dreingir FINALA
– starttíðir eru 5 minuttir eftir, at flaggið er farið upp.
Startrøðin hjá teimum vaksnu verður óbroytt, fyrsta skot verður kl. 15.15.