Tað verður finala um uppflytingina

1. DEILD: B71 og AB fara í síðsta umfari í innanhýsis uppgerð á Sandi at gera av, um tað verður B71 ella AB, sum fer at flyta upp saman við skálamonnum

B71 er á veg av Skála við einum stigi. Úrslitið var 1-1, eftir at B71 í 70 minuttir var frammanfyri 1-0.

 

Brian Okpala legði B71 framum í áttanda minutti, og tað var ikki fyrrenn tað restaðu tríggir minuttir, at Skála javnaði til 1-1. Tað var við brotssparki, sum Niels Pauli Danielsen umsetti til mál.

 

Longu undan hesum umfarinum var tað greitt, at Skála hevði vunnið næstbestu deildina og fer at flyta upp í bestu deildina.

 

Undan síðsta umfari hevur Skála 49 stig. AB hevur 43 stig, og B71 hevur 41 stig.

 

Í síðsta umfari hittast B71 og AB á Sandi. Um tað eydnast B71 at vinna, so fara sandoyingar at flyta upp. Um tað verður javnleikur, ella um AB fer at vinna, so verður tað AB, sum flytur upp. Avgerandi dysturin verður næsta leygardag.

 

Í dag varð greitt, at tað vera tveir uppflytarar.

 

Undan hesum umfarinum var Víkingur á øðrum plássi við 40 stigum, og NSÍ var á fimta plássi við 37 stigum. Grannauppgerð var í Runavík í dag, og har vann Víkingur 3-0 eftir hálvleiksstøðuna 2-0. Magnus Jarnskor setti hol á longu í fjórða minutti, og Signar á Brúnni økti um munin til 2-0 í tíðini, sum dómarin legði aftrat fyrra hálvleiki.

 

Bergur Jákupsson Poulsen staðfesti 3-0 sigurin fimm minuttir undan leikloki.

 

Ásetingarnar siga, at treytin fyri beinleiðis uppflyting er, at lið endar millum trý tey fremstu.

 

Undan síðsta umfari hevu Skála 50 stig, Víkingur og AB hava 43 stig, B71 hevur 41 stig, og NSÍ hevur 37 stig.