Tað verður kanska aftur brúk fyri gravimaskinum um vikuskiftið

Tað verður aftur kalt og kavaælingur um vikuskiftið

Um vikuskiftið verður kanska aftur brúk fyri hesari

Hesar seinastu dagarnar hava vit havt lágætt og tað hevur givið okkum nakað lýggjari luft við regnið, har hitin hevur ligið um 7-8 stig.

 

Veðurstovan staðfestir, at hetta veðrið hevur nú gjørt enda á nógva kavanum, sum hevur ligið um allar Føroyar í longri tíð.

Sjálvt um vit eru farin at hoyra og síggja tjøldrini aftur, noyðast vit tó enn geva tol, tí enn er várið ikki í hond.

 

Veðurstovan sigur, at lágtrýstini sunnanfyri okkum ferðast áhaldandi í ein eystan og taka tað lýggjaru luftini við sær. Hetta fer so so aftur at geva pláss fyri, at kaldari luft av norði við vátakava og kava, kann væntast seint hósdagin og halda á fríggjadagin.

 

Vikuskiftið verður tí merkt av kavaælum og kulda, og hetta fer at halda á mánadagin og kanska eisini týsdagin.

 

Men veðurstovan sigur, at tíbetur blíðkast forsagnirnar aftur eftir hetta, og tær bera aftur boð um lýggjari luftrák týsdagin og mikudagin í næstu viku.

 

So eftir enn eitt skifti við kavaælum eru vónir um, at tað verður lýggjari aftur, og at tað várið fer at nærkast.

 

##med2##

 

Á myndini oman fyri sæst, at fríggjanáttina á midnátt sæst regnøkið, sum eru tey grønu og gulu økini, ferðast burtur í landsynning eystan og kavi, og vátakavi, sum eru tey appilsinlittu økini, streyma inn á av landnyrðingi.

 

Um vikuskiftið verður kanska aftur brúk fyri hesari