Tað verður sunnudagsfótbóltur í Fuglafirði

Úrslitið hjá ÍF ímóti B68 var málleysur javnleikur

So er tað staðfest. Eisini í 2024 verður tað fótbóltur seinnapart sunnudag í Fuglafirði. Fuglfirðingar høvdu sjálvir møguleikan at tryggja sær plássið í bestu deildini. Treytin var, at tað í dag eydnaðist at vinna í hvussu so er eitt stig á heimavølli ímóti B68.

 

Og ÍF megnaði at syrgja fyri sær sjálvum. Úrslitið í Fløtugerði var málleysur javnleikur. Tá ið TB so samstundis tapti 1-0 á heimavølli ímóti 07 Vestur, so endaði ÍF tvey stig omanfyri niðurflytingarstrikuna.

 

-Vit eru sera fegnir um, at tað eydnaðist okkum at varðveita plássið í bestu deildini. Undan kappingarbyrjan og stóran part av kappingini hava vit aftur og aftur verið mintir á, at vit vóru stórfavorittar at flyta niður. Hesum rokningum hava vit nú gjørt til skammar, og vit gleða okkum longu at fara undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið, tí vit síggja góðar møguleikar í hesum liðnum, sigur ÍF veteranurin Dánjal á Lakjuni í samrøðu við FM1.

 

Kappingarárið hjá B68 er ikki liðugt enn. Leygardagin fara toftamenn suður á Tórsvøll at spæla finalu um løgmanssteypið ímóti HB.