Tað verður torførari at flyta upp í bestu deildina

Finala um pláss í bestu deildini verður millum lið í bestu og næstbestu deildini

Kappingarleisturin í landskappingini í fótbólti verður broyttur. Soleiðis verður tað, um tað verður, sum kappingarnevndin ætlar. Sum tað varð greitt frá hósdagin, so er uppskotið hjá kappingarnevndini, at kappingin verður býtt í tvey, so tey bestau spæla endaspæl um FM, og hini spæla endaspæl um at sleppa undan at flyta niður.

 

Í fyrsta lagi spæla øll ímóti øllum á heimavølli og á útivølli. Tað vil siga í kapping, sum fevnir um 18 umfør.

 

So spæla seks tey ovastu endaspæl um FM, heiðurmerki og pláss í Europa. Tá hittast tey aftur á heimavølli og útivølli. Liðini hava øll stigini við sær frá grundspælinum og til saman fevnir kappingin hjá teimum um 28 umfør – 18 í grundspælinum og 10 í endaspælinum.

 

Fýra tey niðastu í grundspælinum spæla um at sleppa undan at flyta niður. Liðið, sum eftir grundspælið og seks dystir í endaspæli ella til saman 24 dystir, endar aftast, fer at flyta niður. Nummar 8 og 9 spæla um at sleppa undan at vera við í finalu um niðurflyting. Liðið, sum endar á áttanda plássi, eigur heimavøll, og taparin fer at spæla finalu um pláss í bestu deildini ímóti næstovasta liðnum í næstbestu deildini.

 

Møguleikin er umrøddur, at vinnarin av niðara endaspælinum fer at vinna peningaupphædd.

 

Í 1. deild verður endaspæl  millum tey fýra ovastu, sum kunnu flyta upp. Vinnarin flytur beinleiðis upp, og nummar tvey og trý dystast innanhýsis um pláss í finalu um pláss í bestu deildini. Finalan verður ímóti nummar níggju í bestu deildini.

 

Í gjárkvøldið og í dag hevur kappingarnevndin kunnað feløgini um uppskotið. FSF hevur boðið formonnunum í feløgunum til fundar um eina viku – leygardagin 9. desember – og tá er ætlanin, at endalig avgerð fer at verða tikin um, hvussu kappingarleisturin verður í 2024.  

 

Leisturin við 27 umførum í bestu og næstbestu deildini hevur verið síðani í 2005.