Setningurin hjá B68 var seinnapartin í heimadystinum ímóti EB/Streymi at vinna fulla úrtøku í royndini at sleppa av niðurflytingarplássi.
Setningurin hjá EB/Streymi var á Svangaskarði at vinna fulla úrtøku í rond at betra um møguleikan at halda tørn um møguleikan at vinna fjórða plássið.
Nú hevur Petur Reinert bríkslað fyri síðstu ferð í góðveðrinum á Svangaskarði, har máltalvan vísir 1-1.
Tað sæst á kropsburðinum hjá spælarunum, at teir eru ikki nøgdir við úrslitið.
Eftir fyrra hálvleik var støðan 1-0, og tað var einki forgjørt í, at heimaliðið var á odda. B68 setti hol á miðskeiðis í fyrra hálvleiki. EB/Streymur misti bóltin og vildi hava fríspark, tá ið ein av teirra fór um koll á egnari hálvu. Petur Reinert lætst ikki um vón, og so takkaði Dabo fyri, tá ið hann frak fram í høgru, sneiddi framvið einum verjuspælara og úr 10 metrum smekkaði bóltin flatt í málið, dygst áðrenn hann varð taklaður.
Lítla løtu eftir steðgin javnaði EB/Streymur til 1-1. Málskjútti var miðvallarin Bogi Reinert-Petersen, sum smekkaði til, tá ið málmøguleikin annars sá út til at vera av. Nýggi B68 málverjin sá bóltin ov seint.
Sum seinni hálvleikur leið, vóru tað møguleikar í báðum endum. EB/Streymur var meiri á bóltinum og vann fleiri nærdystir, og gestirnir vóru nærri við at fáa mál. Gutti Dahl-Olsen sendi við frísparki úr 23 metrum bóltin omanfyri manngarðin og í tvørtræið og niður í vøllin. EB/Streymaspælararnir vildu vera við, at bólturin var innanfyri málstrikuna, men tað hildu dómarin og hjálpardómarin ikki.
Og løtu undan leikloki smekkaði Jacob Andersen bóltin í tvørtræið aftanfyri B68 málverjan. Bólturin brast í tvørtræið og sprakk aftur í spæl.
B68 er næstaftast við 18 stigum – eitt stig aftanfyri NSÍ sum í annaðkvøld fer at spæla á útivølli ímóti grannunum Skála.
EB/Streymur er á fimta plássi við 31 stigum – tvey stig aftanfyri B36 sum í morgin fer at spæla á útivølli ímóti grannunum í AB.
B68 – EB/Streymur 1-1 (1-0)
1-0: Dabo 25.
1-1: Bogi Reinert Petersen 48.
Dómari: Petur Reinert
B68: Benjamin Schubert – Gilli Samuelsen, Aidan Liu, Hjalti Strømsten, Bárður Ó. Olsen - Aleksandur Ó. Jensen, Sebastian Lau Nielsen – Mohamed Samba, Hugin Samuelsen, Steffan A. Løkin – Boubacar Sidik Dabo
Venjari: Jákup á Borg
EB/Streymur: Kristian Joensen – Elias El Moustage, Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Mattias Weihe Joensen – Bogi Reinert Petersen, Rógvi Egilstoft – Jacob Andersen, Philip Djordjevic, Jóhann Hansson Joensen – Gutti Dahl-Olsen