Tænastustøðið verður ein discount útgáva

– Tænastustøðið fer at líkjast tí hjá lágprís feløgunum. Men tað fær ikki ferðaseðlaprísirnar at minka munandi – tí matur og drekka kosta ikki tað nógva

– Tað er ongin ivi um, at tænastustøðið fer at líkjast tí hjá lágprís feløgunum, tá gestablídni við matpakka og einum flúgvarasjussi fara í søguna – tað verður ein discount útgáva. Men tað fær ikki ferðaseðlaprísirnar at minka munandi – tí matur og drekka kosta ikki tað nógva.

 

Tað sigur Magni Arge, sum stjórnaði Atlantsflog í 18 ár frá 1995 til 2013. Hann heldur, at tað er ein skeiv avgerð hjá flogfelagnum ikki at bjóða teimum ferðandi mat og drekka umborð. Hann sigur, at hetta ávirkar ikki ferðaseðlaprísin nevnivert – og at tað er ein sera góð branding av Føroyum at bjóða teimum ferðandi, sum vit so fegin vilja hava hendanvegin, ein brellbita við heimsins besta laksi.

 

Magni Arge hugleiðir soleiðis á Facebook um ætlanirnir hjá tjóðarflogfelagnum:

 

»Eru Føroyar “Unbelievable” ella “Discount”

 

Eg hugsi um tænastuna umborð á tjóðarflogfelagnum, sum hevur verið einastandandi frá fyrsta degi, tá Atlantsflog lætti sær á í mars 1988. Tað var í teimum døgum, tá tað var rættiliga forkunnugt at sleppa á flog, kappast var ikki so hart upp á prís, men tænastan umborð var yvirhøvur góð og eitt kappingarparametur.

 

Kortini var tænastan elendig á leiðini til Føroyar við Maersk Air í fýrsunum – reint discount - og tað visti nýggi føroyski kappingarneytin. So frá fyrsta degi var nógv orka løgd í at veita øllum eina hjartaliga og gávumilda tænastu. Tey sum hava aldurin minnast enn hetta fryntliga liðið undir leiðslu av Bergtóru, Anniku og Eyð sum sjarmeraði bæði høgan og lágan, heimafólk sum fremmandafólk.

 

Nógv vatn er runnið í ánna síðani tá, og feløgini Ryanair, easyJet og Norwegian hava revolutionerað stóran part av flogmarknaðinum við beinharðari kapping upp á prís. Tað snýr seg um volumu og discount tænastu. So nógv fólk sum møguligt inn í flogfarið, flúgva so nógvar tímar sum gjørligt og fáa so nógv flogfør í flotan sum til ber – og so spara alt tey kunnu upp á tænastuna.

 

Hetta eru fyri tað mesta rutur millum metropolar, har tað er nógv ferðsla og fleiri feløg at velja ímillum. Discountfeløgini hava framvegis ikki Føroyar á sínum rutukorti – helst tí tað ikki passar inn í teirra discountstrategi. Marknaðurin er lítil, samstundis sum veður og topografi skapa tvørligar operativar umstøður, so tað kostar at halda eitt høgt og kappingarført støði.

 

Hinvegin klárar okkara tjóðarflogfelag at halda eitt høgt tænastustøði bæði operativt og tænastuliga. Gamaní er miðalferðaseðlaprísurin hægri enn á discountfarleiðunum millum meroplorarnar í Europa – men tænastustøðið og hugnin umborð er framvegis einastandandi.

 

Tað er ongin ivi um, at tænastustøðið fer at líkjast tí hjá lágprísfeløgunum, tá gestablídni við matpakka og einum flúgvarasjussi fara í søguna – tað verður ein discount útgáva. Men tað fær ikki ferðaseðlaprísirnar at minka munandi – tí matur og drekka kosta ikki tað nógva.

 

Haldi tað er vert at hugsa um, hvønn týdning serstaka gestablídni og ein brellbiti við heimsins besta laksi hevur í brandingini av Føroyum, tá vit hugsa um hvuss nógv vit leggja fyri at fáa ferðafólk at vitja Føroyar við slagorðinum “Unbelievable”.«