Sambært Reuters hevur taiwanska verjan fyri fyrstu ferð skotið ávaringarskot móti einari kinesiskari dronu.
Sagt verður, at dronan vendi aftur móti kinesiska meginlandinum eftir ávaringarskotið.
Í tíðindaskrivi, sum taiwanska verjumálaráðið hevur sent út, verður sagt, at ávaringarskot varð latið av móti dronum.
Hesar vóru nærindis Kinnen-oyggjabólkinum, verður lagt aftrat.
Kinmen-oyggjabólkurin er partur av Taiwan, men liggur stutt úr kinesiska meginlandinum og býnum, Xiamen.