Tak lagt á nýggja næmingabústaðin

Hóast stórir partar av samfelagnum eru ávirkaðir av átøkunum, sum eru sett í verk fyri at fyribyrgja korona-smittu, so er framdrift í fleiri spennandi verkætlanum í Vágs kommunu, ikki minst í byggingini av nýggja næmingabústaðnum til Ítróttaháskúlan, skrivar Vágs Kommuna á vagur.fo.

Seinastu dagarnir hava handverkarar hjá Norcon í Vági, sum stendur fyri byggingini av næmingabústaðnum, arbeitt við leggja tak á, skrivaði vagur.fo farna vikuskiftið. 

Og 28. mars kundi vagur.fo boða frá, at tak var lagt á nýggja næmingaheimið til ítróttaháskúlan í Suðuroynni.

Í næmingaheiminum verða 24 kømur, sum eru ætlaði til tveir ella tríggjar næmingar, alt eftir hvør aldursbólkurin er. Harumframt verður eisini stórur matarsalur, arbeiðsrúm til næmingar, uppihaldsrúm, skrivstova, køkur o.s.fr.

Kontrast arkitektar hava teknað bygningin.