Átak ímóti skotskum sjálvræði byrjað

Fyrradagin byrjaði eitt tvørpolitiskt átak í Skotlandi, hvørs mál er at fáa skotar at venda sær frá ætlanini at loysa landið frá hinum partinum av Bretlandi

Alex Salmond, sum stendur á odda fyri skotsku heimastýrisstjórnini, og sum er formaður í skotska loysingarflokkinum SNP, ætlar at hava fólkaatkvøðu um loysing. Eftir hansara tykki er eingin ivi um, at skotar eiga at kvetta kongssambandið við onglendingar, sum hevur verið í gildi síðani 1707. Hann og SNP eru langt síðani farnir undir eitt átak, sum skal sannføra skotar um, at teir fara at standa seg betur í øllum lutum sum sjálvstøðugt land.

Teir skotsku sambandsmenninir siga harafturímóti, at tað verður betur fyri tað skotska fólkið, at landið verður verandi saman við hinum partinum av Bretlandi. Hetta ætla teir at vísa skotum við herferðini, sum hevur fingið heitið "Better together" ella "Betri saman", ið fór í gongd mánadagin.

Oddamaður fyri átakinum er fyrrverandi bretski fíggjarmálaráðharrin Alistair Darling, sum er ættaður úr Skotlandi. Tá átakið varð sett í verk mánadagin, segði hann, at skotar hava rættiliga stórt sjálvræði við egnari stjórn og egnum lóggávutingi, men at teir eisini hava gagn av at vera partur av Bretlandi og bretska samveldinum innan ES og ST. Alistair Darling legði afturat, at spurningurin um loysing ella samband verður tann týdningarmesta avgerðin hjá skotum tey næstu árini.

Allir teir politisku flokkarnir í Onglandi taka undir við átakinum "Better together".