Taka ikki arbeiðið upp aftur fyrr enn eina ferð í heyst

So leingi vit ikki fáa meiri pening at arbeiða fyri, verður hetta lagið, sigur Sigurd Lamhauge

Á Sandoynni – og serliga í Dali, harmast tey um, at arbeiðið at gera Dalstunnilin, liggur stilt. Tað eru tunnilsmenn hjá Landsverki, sum gera tunnilin. Teir fóru til hús fyri jól, men eru ikki tørnaðir til aftur enn. Tí eru sandoyingar ørkymlaðir og sum vit skrivaðu í morgun, er spurningurin nú eisini reistur á Løgtingið.

 

Les meiri her: Tey eru ørkymlað av støðuni

 

Sigurd Lamhauge, stjóri á Landsverk, heldur, at tað eigur ikki at koma óvart á nakran, at arbeiðið liggur stilt ein stóran part av árinum. Hann sigur, at játtanin til arbeiðið hevur bara verið níggju milliónir um árið og tað røkkur bara til einar fýra mánaðir.

 

Samstundis sigur hann, at tað er dýrt at arbeiða upp og so aftur at leggja stilt í heilum, so arbeiðið verður neyvan tikið upp aftur fyrrenn í heyst, men so er endamálið at halda fram eftir nýggjár til peningurin, sum verður játtaður næsta ár, eisini er uppi. Tað merkir, at tá ið arbeiðið verður tikið upp aftur í heyst, er ætlanin at arbeiða eitt gott hálvt ár út í eitt, ella so langt sum játtanin røkkur.

 

Hann sigur, at hetta eru treytirnar, tá ið tunlar verða gjørdir upp á hendan mátan og játtanin ikki er nóg stór til at arbeiða alt árið. Landsverk hevur áður upplýst, at skulu tey arbeiða alt árið skal játtanin verða einar 20 milliónir.

 

Men Sigurd Lamhauge sigur, at hóast tað gongur seint, verður tunnilin liðugur eina ferð. Higartil hava tey borað 700 metrar, ella ein lítlan triðing av tunlinum. Og sum játtanin er nú, hava tey sprongt ígjøgnum í 2024, men so tekur tað eitt ár at tryggja tunnilin, gera vegir, leggja teknikkin í tunnilin, og so framvegis.