Taka støðu til føroyskan netbanka í heyst

Tá fæst at vita, hvat tað kostar at taka netbankan heim aftur til Føroya

Miðað verður eftir, at nevndin, sum skal kanna avleiðingarnar av at flyta Netbankan, og hinar KT skipanirnar hjá bankunum, aftur til Føroya, skal vera liðug í heyst.

 

Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

 

Nógv rok stóðst av, tá ið bankarnir gjørdu av at sleppa tí føroyska netbankanum heilt og ístaðin at koyra føroyingar upp í donsku NemID skipanina.

Tað endaði eisini við, at bankarnir sleptu kravinum, og í samstundis varð avtalað ímillum landsstýrið og bankarnar, at ein óheft kanning skal sett í verk at lýsa kostnaðin, fyrimunirnir, og vansarnar við at taka KT skipanum hjá føroysku peningastovnunum aftur til Føroya.

 

Í hesum sambandi skal kanningin greiða frá, hvørjar avleiðingar tað fær fyri at framtíðartryggja føroyska KT-undirstøðukervið, fyri at menna eina føroyska KT- vinnu og vitanarstøði á økinum, at Netbanking og KT skipanirnar hjá bankunum annars, ikki verða tiknar heimaftur.


Avtalan varð gjørd síðst í mars, og nú vildi Høgni Hoydal, tingmaður fyri Tjóðveldi, hava at vita, hvussu gongst við at seta hesa avtaluna í verk.

Jørgen Niclasen sigur, at í løtuni verður nevndararbeiðið lagt til rættis og í hesum sambandi skal støða takast til, hvør skal manna nevndina, og nær hon skal vera liðug.

 

Í sambandi við kanningina, hevur løgtingið lagt stóran dent á at tryggja, at talan av álvara er um eina óhefta kanning, og Jørgen Niclasen sigur, at tað er eisini spurningar, sum verður havdur í huga, nú nevndin skal setast.