Taka um endan gerst tað neyðugt

-Eg beri ongan sum helst ótta um hesa verkætlanina. Tá vit seta pengar í hana er tað tí vit trúgva uppá hana og ætla vit eisini at fara allan vegin, helst eisini um tað verður neyðugt við almennum stuðuli í ringum tíðum sigur hetlendski ?løgmaðurin?, Tom Stowe við Sosialin

Nýggj Norröna


Millum mongu gestirnar til sjósetingina av nýggju Norrönu í Lübeck herfyri vóru eisini fleiri umboð fyri Hetland. Hetta m.a. tí, at hetlendingar hava sett 50 mill. kr. í nýggju Norrönu. Teir eru eisini við at umbyggja havnina til at kunna taka ímóti hesum nýggja farinum, sum skl byggja brýr millum Hetland og grannalond tess. Millum hetlendsku umboðini var eingin minni enn ?løgmaður? Tom Stowe.

Tome Stowe er leiðari, ?convenor? í hægsta fólkavalda tinginum í Hetlandi ?The Shetland Island Council?. Hetta kann ikki sammetast við okkara løgting, tí teir støða mótvegis Bretlandi kann ikki sammetast við okkara í danska kongaríkinum, men ein kann siga, at hansara starv kemur nærmast einum løgmanni her hjá okkum. Tom Stowe hevur røkt hetta mest týðandi embætið í Hetlandi seinastu trý árini.
Eftir sjósetingina av nýggju Norrönu hitti Sosialurin Tom Stowe, sum ikki dylur fyri, hvussu fegin hann eins og alt hetlendska fólkið er fyri samvinnuna við Smyril Line og Føroyar sum heild.

-Vit eru bert 200 fjóðringar úr Føroyum. So tað er greitt, at her eigur at verða knýtt samband á øllum økjum, og til tess er avgerandi neyðugt við einum skipi sum Norrönu. Samstarvið kann tá fevna um allar hugsandi samfelagstættir, frá olju og ferðafólki til mentan og fótbólt.

Tom Stowe heldur tað ikki vera ósannlíkt, at eitt tættari samstarv við føroyingar í framtíðini kann vera við til at vekja úr dvala teirra upprunliga tætta tilknýti til Norðurlond ? vera við til at hetlendingar aftur finna sín upprunaliga samleika. -Vit kenna okkum í veruleikanum tættari knýtt at Norðurlondum og tí norðurlendska enn til Skotland, her ikki minst tá hugsað verður um søguliga fortíðina. Vit kenna okkum 90% sum hetlendingar, 1 til 2% sum skotar og væl fleiri % sum norðbúgvar leggur hann aftrat.

Tom Stowe dylur ikki fyri, at Norrøna kann fáa stóran týdning fyri Hetland. Men eisini øvugt. ?Vit kunnu vera við til at fáa fleiri ferðafólk til bæði Føroya og Íslands. Ferðafólk í dag vilja ikki bara hava sól, men tey vilja uppliva náttúru og nakað stórt. Tað fáa tey í Føroyum og í Íslandi.

Hetland gjørdi herfyri av at seta 50 mill. kr. í nýggju Norrönu. Hví gjørdu teir tað spurdu vit Tom Stowe: -Tað er tí at vit trúgva uppá hesa verkætlanina. Vit halda tað er rætt at finna ein avloysara til verandi Norrönu, sum er vorðin ov lítil og ótíðarhóskandi.

-Men tað eru tey, sum halda, at henda farleiðin ber ikki eitt skip fyri 710 mill. kr? Heldur tú eitt privat felag sum Smyril Line megnar at fáa hetta at mæla runt?

-Ja tað geri eg avgjørt.

-Men um vit fáa ringar tíðir, heldur tú tá , at hetlendska tingið er hugað fyri at seta almennar pengar í verkætlanina fyri at hon ikki skal detta niðurfyri?

-Tað er sjálvandi ilt hjá mær at svara her. Men nú vit eru farnir inn í hetta projektið, so rokni eg eisini við, at vit vilja fylgja tí allan vegin. Og um neyðugt uttan iva eisini at stuðla tí í ringum tíðum. Men eg trúgvi ikki, at hetta fer at verða neyðugt. Men sum sagt: vit síggja fegnir, at henda verkætlan ikki dettur niðurfyri aftur.

-Men hví ikki heldur sigla til Aberdeen enn til Lervick?

-Eg haldi tað er gott, at hon siglur til Hetlands. Higani er gott samband víðari til Aberdeen.

Tom Stowe sær eisini stórar møguleikar fyri samvinnu á oljuøkinum millum Hetland og Føroyar. Hann heldur, at bæði samfeløgini uttan iva at hava nakað at lata hvørjum øðrum og hugsar her ikki minst um Sullom Voe oljuterminalin í Hetlandi, sum føroyingar kunnu brúka verður olja funnin.

Annars heldur hann, at mentanarliga samsvinnan eigur at mennast og vísir til ?The Jacobsen Papers?. -Vit hava júst havt fund í mentanarnevndini í tingi okkara, har vit samtyktu at menna og raðfesta hægri mentanarliga samstarvið við føroyingar. Tit koma at rógva og spæla fótbólt hjá okkum og vit koma til tykkara ? fyri bert at taka tvey dømi.

Hann heldur tað annars vera rættiliga náttúrligt, at oyggjabúgvar sum hetlendingar og føroyingar knýta tættari bond, bæði tá hugsað verður um ta samvinnu, sum var fyrr og um tørvin, sum framtíðina hevur at bjóða uppá.

-Eg ynski føroyingum hjartaliga tillukku við nýggju Norrönu og kann lova, at vit í Hetlandi fara at gera okkara ítarsta fyri, at hetta verður ein varandi loysn.