Mong tár vóru feld, tá tíðindini í 1996 bórust um, at dreingabólkurin Take That var farin í upploysn.
Men í dag, 21 ár eftir at teir vunnu sína fyrstu virðisløn, liggja sjarmørarnir úr Take That aftur ovast á bretska tónatindinum. Seinasta lag teirra "These Days" hevur júst skumpað "Do they Know it's Christmas" av ovasta plássinum á bretska tónatindinum og sambært Amazon selir fløgan sera væl.
Take That er í dag mannað av trimum av upprunaliminum, Gary Barlow, Mark Owen og Howard Donald. Men leysasøgur vilja vera við at hinir báðir limirnir, Jason Orange og Robbie Williams, hava boðað frá, at teir hava hug at framføra saman við bólkinum í nærmastu framtíð.
Take That hava havt 12 løg á ovasta plássi á bretska tónatindunum, umframt at sjey fløgur eisini hava ligið nummar eitt. Síðani bólkurin kom saman aftur í 2005, hevur tað hilnast teimum sera væl við tónleikaútgávunum.