Eg takki teimum gott 100 fólkunum sum vóru so vinarlig at atkvøða fyri meg til býráðsvalið. Eisini eina tøkk til allar tjóðveldisveljarar sum góvu flokkinum eitt framúr gott úrslit. Eina serstøka tøkk til Jóannes Dalsgarð fyri hansara stóra og nærlagda arbeiði í sambandi við valið.
Eg vil framhaldandi gera mítt til at vinnulív og mentan fær góðar umstøður í Tórshavn, og tað er mín vón, at nýggja býráðið beinanvegin fer undir at fyrireika eina nýggja Perlu.
Nú eiga Tjóðveldisfólk um alt landið at fara konstruktivt at fyrireika seg til fólkaatkvøðuna og løgtingsvalið, sum ikki er langt burtur.
Framtíðin er okkara.
Johan Mortensen