Takk til B71

B71 spælur ikki í fremstu føroysku fótbóltsdeildini í 2009. Liðið, sum seinastu tvey árini hevur hugtikið flestar føroyingar, megnaði ikki at varðveita sætið í Formuladeildini, og lútaðu sandoyingar við høvdinum, tá Sam Jacobsen sendi felagið í myrkrið í gjár

Fótbóltur

 

Sandoyingar lúta við høvdinum. Og tað er einki galið við tí.

Myrkið leggur seg so dátt inni í Dal. Somuleiðis yvir tilveruna hjá B71 í Formuladeildini. Í gjár var staðfest, at lítla og hugtakandi felagið ikki longur verður millum tey bestu í føroyskum fótbólti. Stutt fyri leiklok í gjár køvdi Sam Jacobsen seinastu vónirnar hjá árstalsfelagnum, og harvið staðfesti, at árstalsfelagið úr Sandoynni ikki verður er ein partur av bestu føroysku fótbóltsdeildini komandi ár. Og tað verður heilt vist saknur í liðnum, sum hevur hugtikið flestu føroyingar við fyrimyndarligum stríðsvilja, til tíðir flottum fótbóltsspæli, egnum fólki og skemtingarsama venjaranum Eli Hentze.

 

Hvussu nú?

Hóast fleiri hava hug at rópa seg serfrøðingar á økinum, so kann eingin siga, hvussu føroyskur fótbóltur liggur um eitt ár. Tí er eisini ógjørligt at siga, hvussu framtíðin hjá B71 sær út. Tað kann ikki væntast, at hugurin hjá eitt nú Gudmundi Nielsen og Símin Rógva Hansen vilja spæla í næstbestu deildini. Skulu vit trúgva leysasøgunum, so halda teir heldur ikki fram í felagnum. Ambitiónirnar eiga eisini at røkka longri. Somuleiðis er spurningurin, um teir fýra brasilumenninir – Soares, Wellington, Vieira og Santana – eru áhugaðir at spæla millum teir næstbestu. Seinastu árini hava onnur feløg í øllum førum ætlað sær málrevin Clayton Soares.

Ein av stóru trupulleikunum hjá venjaranum Eli Hentze seinasta árið hevur verið, at hann ikki hevur serliga nógv fólk at velja ímillum. Og væntandi frágongdin fer uttan iva at hava við sær, at yngru leikararnir komandi mánaðirnir mugu taka ábyrgd.

Ein frálíkur árgangur hevur tryggjað B71 tveir kappingarár í Formuladeildini. Komandi ári er sannlíkt, at venjarin skal blanda kortini uttan hesar. Men nú fáa vit at síggja.

 

Høvdu yvirtakið

Sandoyingar vóru vitandi um treytirnar undan dystinum í gjár. Eydnaðist tað ikki liðnum at fáa fult ímóti Víkingi, varð niðurflyting veruleiki. Hóast ryggin móti múrinum, so var heimaliðið álopssinnað frá byrjan. B71 var meira á bóltinum, og fleiri ferðir misnýttu sandoyingarnir stórar møguleikar. Serliga var Gudmund Nielsen ofta nær við, og Clayton Soares stútaði eisini í stólpan.

Fleiri sóu ljósið, tá tað frættist úr Klaksvík, at NSÍ var á odda. Men sandoyingar megnaðu ikki at greiða sína skyldu.

Tað var heldur ikki serliga uppiborið, at Sam Jacobsen skallaði gestirnir á odda eftir frísparksinnlegg úr vinstru, tá lítil løta restaði av dystinum.

 

Rukku ikki málinum

Víkingur ætlaði sær undan kappingarárinum pláss í altjóða fótbólti í 2009. Tað eydnaðist so ikki. Men sum heild kunnu gøtufólk og leirvíkingar verða nøgdir við kappingarári. Næstbesta liðið hevur av álvara bitið frá sær, meðan Andreas Lava Olsen av álvara hevur fingið sítt gjøgnumbrot í føroyskum fótbólti.

Spurningurin er, um vit kunnu vænta hamskiftar víkingar, nú Jógvan Martin Olsen er settur sum venjari. Vørumerkið hjá felagnum hevur verið stríðsviljin og til tíðir ov harðligt spæl. Um fyrrverandi landsliðsvenjarin fer at loyva hesum er ivasamt.