Takkar Johan Dahl fyri trúgva tænastu í sambandsflokkinum

Formaður sambandsfloksins harmast um, at Johan Dahl hevur meldað seg úr flokkinum, men hann heldur, at hetta var eitt víðgongt stig at taka


Sambandsflokkurin
 

 Kaj Leo Johannesen, formaður sambandsfloksins harmast um, at Johan Dahl hevur meldað seg úr flokkinum.
Men hann kann ikki annað enn virða avgerðina og samstundis takka Johan Dahl fyri drúgva tænastu.
- Johan Dahl hevur sín egna, fría vilja og nú hann hevur meldað seg úr sambandsflokkinum, er tað hansara fulli rættur og tað taka vit til eftirtektar.
-Vit vóna kortini, at vit fáa eitt gott samstarv við hann hereftir.
Johan Dahl tók tapið á formansvalinum sum eina misálitisváttan, men tað er sambandsformaðurin ikki samdur í.
Skuldi tað verið ein misálitisváttan at tapt eitt val á hendan hátt og skuldu øll melda seg úr einum á
flokki fyri tað, hevði tað ikki verið nógv fólk eftir í teimum ymsu flokkunum.
Kortini helt Kaj Leo fríggjakvøldið á landsfundinum, at tað er eitt ov víðgongd stig at taka at melda seg úr.
- Eg helt fíggjakvøldið, at tað er ein undarlig støða at taka, at bjóða seg fram sum formansvalevni ta einu løtuna og at melda seg úr flokkinum ta næstu løtuna.
 
Skal missa nevndarsessir
Johan Dahl var ikki bara tingmaður fyri sambandsflokkin. Hann hevði eisini álitisstørv í flokkinum og eitt nú røkti hann tað sera týdningarmikla starvið at vera formaður í uttanlandsnevndini hjá Løgtinginum.
Men tað starvið má hann eisini missa nú, heldur Kaj Leo Johannesen.
- Sambandsflokkurin eigur formannin í uttanlandsnevndini, so har verður Johan Dahl noyddur at víkja sætið, tí nú skal nevndin skipast av nýggjum og ein sambandsumboð veljast ístaðin, sigur formaðurin.
Johan Dahl umboðar eisini sambandsflokkin í trivnaðarnevndini, eins og hann er varalimur fyri flokkin í fíggjarnevndini og rættarnevndini.
Eisini teir nevndarsessirnar fyri sambandsflokkin missur hann, sigur Kaj Leo Johannesen.
 
Ikki so einfalt
Men so einfalt er hetta kortini ikki.
Edmund Joensen, løgtingsformaður, sigur, at Johan Dahl hevur boðað frá, at hann styðjar framvegis samgonguna.
Býtið av nevndarsessum er treytað av teimum valbólkum, sum eru avtalaðir og styðjar Johan Dahl framvegis samgonguna, er ongin broyting í valbólkunum. Sostatt verða nevndirnar heldur ikki umskipaðar uttan víðari. Sostatt verða nevndirnar ikki umskipaðar uttan so at avtalurnar um valbólk verða sagdar upp og nýggir valbólkar gjørdir.
Samgongan og sjálvstýrisflokkurin er í valbólki og Edmund Joensen metir, at verða vælbólkarnir umskipaðir, koma fleiri broytingar at henda.
Minnist løgtingsformaðurin rætt, er er valbólkurin hjá samgonguni og sjálvstýrisflokkinum akkurát nóg stórur til at varðveita sessin í Norðurlandaráðnum, so minkar valbólkurin ein tinglim, verður sessurin í Norðurlandaráðnum tann fyrsti sum rýkur.
 
Stórur missur
Edmund Joensen, sum eisini hevur verið formaður sambandsfloksins, hevur annars ikki nógvar viðmerkingar til at Johan Dahl hevur meldað seg úr flokkinum.
Tað einasta, hann vil siga, er, at hann harmast um tað og at hetta er ein stórur missur fyri flokkin.
Hann vil heldur ikki siga, hvørjum hann hevur stuðlað í flokkinum.
- Eg geri tað, sum er best fyri sambandsflokkin, sigur hann.