Málið snýr seg um, hvørt sølupeningurin av teimum fyrstu 887 milliónunum í eini møguligari sølu av partafelagum Varðanum er skattskyldugur.
Bæði Føroya Rættur og Eystari Landsrættur hava givið eigarunum viðhald í, at hesin partur av møguligum sølupeningi er skattafríur. Men tað góðtók Taks ikki og kærdi tí dómin hjá Eystara Landsrætti til Hægstarætt.
Hæstirættur kom í gjár til ta niðurstøðu, at peningurin er skattskyldugur, og at eigararnir tískil skulu gjalda 330 milliónir í skatti av hesum, um teir selja. Fyri einum ári síðani kom Eystari Landsrættur til júst ta øvugtu niðurstøðuna, og tí kærdi TAKS málið til Hægstarætt, sum gav TAKS viðhald. Fyri tað tíð kom eisini Føroya Rættur til somu niðurstøðu sum Landsrætturin.
Teir 11 eigararnir í P/F Varðanum skulu gjalda 3 milliónir krónur til TAKS og 4 milliónir krónur í sakarmálskostnaði. Verji hjá P/F Varðanum er Christian F. Andreasen, advokatur.

Taks vann á P/F Varðanum í Hægstarætti

