Tal R: Hetta er eitt sera vánaligt hugskot hjá føroyingunum

- Tað er spell, at mann skerur ein málning upp fyri profit. Fólk kunnu hyggja at verkinum, og tey kunnu kjakast um tað. Kjakið endar, tá verkið liggur í einum uri, sigur listamaðurin Tal R, sum hevur lagt sak ímóti føroyskum urframleiðarum - og nú er málið útsett

Tað er tógvið stríð millum kenda danska listamannin Tal R og føroysku urfyritøkuna Lethos, sum teir báðir Dann Thorleifsson og Arne Leivsgarð reka. Føroyingarnir hava keypt eitt stóran málning hjá Tal R, ið teir ætla at klippa smáar skivur burturúr, ið síðani verða settar inn sum skivur í ur, sum teir ætla at selja fyri 10.000 krónur.

Hetta hugskotið er listamaðurin Tal R alt annað enn fegin um. Tí hevur hann lagt sak ímóti Dann Thorleifsson og Arna Leivsgarð fyri at gera seg inn á upphavsrættin. Og í dag tók Sø- og Handelsretten avger at útseta málið, sum í stuttum snýr seg um, hvørt eigararnir av málninginum mugu skera málningin í petti og brúka tað sum skivur í urum og selja tað víðari.

Dómarin greiddi sambært DR frá, at rættinum tørvaði meira tíð fyri at koma til eina avgerð í hesum málinum, sum hann kallaði týdningarmikið.

Les eisini: Føroyskir urmakarar hóttir við rættarsak um listaverk

- Tað er spell, at mann skerur ein málning upp við vinningi fyri eygað. Eg havi gjørt málningin, og hann hevur týdning fyri meg. Fólk kunnu hyggja at verkinum, tey kunnu elska tey, tey kunnu hata tað, og tey kunnu kjakast um tað. Kjakið endar, tá verkið liggur í einum uri, sigur Tal R við DR, og hann kallar teir báðar føroyingarnar fyri “tvær vinarligar verur við einum sera vánaligum hugskoti”.

Føroysku íverksetararnir siga, at endamálið ikki er at skapa vinning einans.

- Vit koma við hesum at skapa nakað nýtt og innovativt. Vit sameina tvær verðir. Ur og eitt superoriginalt meistaraverk. Eg haldi, tað er okkurt spennandi við tí, og tað er ongantíð gjørt fyrr. Knappliga hevur tú eitt produkt, sum er so originalt, sum eitt produkt kann blíva í dag, sigur Arne Leivsgarð við DR.

Dómur fellur væntandi í málinum 2. desember.