Talan varð um prinsippmál

Tí gjørdi Lassin Isaksen at taka ein aktivan leiklut í dómarastríðnum

Eftir at upprunaliga avgerðin hjá dómarafelagnum meira ella minni varð broytt, soleiðis at nevndin heitti á dómararnar um kortini at døma dystirnar, vóru mong, sum, undraðust.


Skifti støðu

Ein av orsøkunum til hetta var, at Lassin Isaksen, sum er í nevndini í dómarafelagnum, brádliga var vorðin ein aktivur partur í málinum. Upprunaliga vildi hann annars ikki vera við á fundinum hóskvøldið, tí málið snúi seg um KÍ, sum er felagið, sum Lassin dømir fyri.

Lassin greiðir frá, at orsøkin til, at hann ikki var á upprunaliga fundinum var, at hann helt at fundurin bert snúi seg um hendingina í Klaksvík. ? Eg vildi tí ikki fara á fundin, tí tað kundi lættliga hent, at onkur viðmerking frá mær varð tikin illa upp, um hon ikki samsvaraði við aðrar hugsanir, soleiðis at onkur skilti tað soleiðis, at eg royndi at hjálpa KÍ. Tað hevði eg nevnliga als ongar ætlanir um, tí eg kann sjálvsagt ikki á nakran hátt taka undir við tí, sum fór fram í Klaksvík, sigur Lassin.

- Tá eg so seinni fann út av, at málið var blivið til eitt prinsippmál, var støðan jú ein heilt onnur, og tá helt eg tað vera rætt av mær at traðka til.

Sjálvur eri eg annars samdur í tí, sum er ført fram í skrivinum frá dómarafelagnum, men eg meti tó ikki, at tað er rætt at fara í verkfall av teirri ávum. Verkfall ella blokada má metast at vera absolutt síðsta vápn okkara, og eigur bert at vera nýtt, um einki annað riggar. Nú hava vit so fingið ein dialog ígongd, og vónandi kann hetta viðføra, at vit í størri mun vera hoyrdir í FSF, ístaðin fyri sum nú, at allar avgerðir verða tiknir yvir høvdið á okkum, sigur Lassin Isaksen at enda.