Talan var um útveiting og ikki privatisering

Miðflokkurin vil fegin privatisera Kringvarpið. Tað er tó ikki tað ynskið, men spurningin um at útveita uppgávur hjá KvF, sum landsstýrið hevur viðgjørt, sigur Karsten Hansen nú

Karsten Hansen, lands­stýris­maður í heilsumálum, harm­ast, at hansara úttalilsir á landsfundinum hjá Mið­flokki­num næstseinasta viku­skifti hava elvt til kjak á ein­um málsøki, sum ikki er hans­ara.
Eftir landsfundin varð hann nevniliga endurgivin fyri at siga, at Bjørn Kal­sø, landsstýrismaður í menta­­málum, skuldi kan­na møgu­leikarnar fyri at ein­skil­ja helvtina av Kring­varpi­num. Hetta skul­di semja vera fingin um í landsstýrinum fyri nú tveim­um vikum síðani – mána­dag­in undan lands­fundinum.

Ill andstøða
Úttalilsið elvdi beinanvegin til rættiliga øsing í almenna rúmi­num og millum løg­tings­limir.
Í Sosialinum, sum bar tíð­­indini seinasta mána­dag, tó­ku and­støðu-løgtings­kvinn­­ur­­nar Rig­mor Dam úr Javn­að­ar­flokki­num og Gun­vør Balle úr Tjóðveldi dýran til.
- Eg havi sagt tað so leingi, at tað er eitt undur, um Kring­varp Føroya yvirlivir hesa samgonguna, segði Rig­mor Dam millum annað.
- Eg dugi als ikki at ímynda mær hatta, hatta ljóðar bara so skeivt og so langt úti – fyri ikki at siga forkastiligt, segði Gun­vør Balle.
Óli Samró úr Fólka­flokki­num skrivaði í sínum lagi í lesara­brævi, at hann helt, at tað skuldi verða sjálvboðið, um fólk vilja rinda kring­varps­g­jald ella ikki.
Bjørn Kalsø segði við út­varpið dagin eftir, at privati­ser­ings­tíðindini hjá Kar­steni Hansen høvdu stað­ið í Sosialinum, at hann onki kendi til hesar privati­ser­ings­ætlan­ir­nar, men at útveiting av sendingum ætlandi fór at verða ein partur av kring­varps­pakka­num, sum hann arbeiðir við. Høvuðs­inni­haldið í hesum kring­varps­pakkanum er at steðga lýsingunum í Kring­varpi­num móti at kring­varps­gjaldið sleppur und­an mvg, soleiðis at tann upp­hædd­in í staðin eisini fer í kring­varpskassan.
Mentamálaráðharrin segði, at um úrslitið bleiv, at fleiri sendingar fara at koma uttaní­frá, so skuldu tær eisi­ni liva upp til tey krøv og tær reglur, sum eru galdandi fyri egin­fram­leiðsluna hjá Kring­varpi Føroya.
Málið er at fáa eitt fólks­ligt kringvarp, segði hann við útvarpið, og hann segði eisi­ni, at hann fegin vildi hava and­støðuna við í arbeiðið við tí í hyggju at fáa eina breiða sem­ju.

Stig á rættari leið
Karsten Hansen sigur, at hann ongantíð ætlaði at tek­na eina aðra mynd av støðu­ni enn hana, lands­stýris­mað­urin aftaná mátti koma við.
- Eg veit ikki akkurát, hvussu eg málbar meg um hatta á landsfundinum, men tað er í øllum førum mis­skilt, at landsstýrið hevur við­­gjørt nakra einskiljing av Kringvarpinum. Vit hava um­røtt møguleikan at lata onn­ur dugnalig fólk uttan­fyri Kringvarpið sleppa fram at at gera sendingar eisi­ni, og tað er so semja um, at lands­stýris­maðurin í menta­­­málum í tí sambandi skal kanna, um tað ber til at út­veita upp til 50 prosent av hes­um arbeiðnum hjá Kring­varpi­num, sigur Karsten Han­sen og leggur afturat:
- Tað var hetta eg tosaði um í einum innskotnum setn­ingi í míni røðu, og tað harm­ist eg um nú. Eg fór út um mark í mun til, hvat eg annars plagi at úttala meg um, tí vanliga haldi eg munn um málsøkini hjá øðrum lands­stýrisfólkum.

Ynskja privatisering
Karsten Hansen dylir tó ikki, at tað framvegis er ynsk­ið hjá Miðflokkinum at ein­skil­ja Kringvarpið.
- Útveiting av sendi­ng­u­­m er eitt stig á rættari leið, tí eg dugi ikki at síggja skila­góðar grundgevingar fyri, at stovnurin skal hava einka­r­rætt at gera public service-til­far. Um greiðar reglur og treyt­ir verða settar, eigur hetta at kunna gerast eins væl av øllum teimum mongu dugna­ligu miðlafólkunum, ið eru at finna aðra staðir enn í Kring­varpi Føroya.
- Tað er tað, sum hetta snýr seg um. At Miðflokkurin helst vil taka størri stig og einskilja stovnin er so ein onnur søk, sum ikki er á dagsskrá í samgonguni nú. Tá eru vit inni í tí meira grund­leggjandi miðla­poli­tikki­num hjá flokkinum, sum formaðurin er tann rætti at úttala seg um, sigur lands­stýrismaðurin.