Talent heldur fram í dag

Fyrsta umfar av Talent kappingini hjá Margarinfabrikkini var í gjár.

 

Tað eru nógv børn í 3.-7.flokki sum hava teknað seg, og fyriskiparin, Gunn R. Joensen, gleðir seg at síggja børn úr Tórshavn, Klaksvík, Nólsoy, Sørvági og aðrastaðni úr landinum.

 

– Av tí at so nógv hava teknað seg, var kappingin í gjár og tann í dag klokkan 14.30 ókeypis, og øll eru vælkomin, at síggja hesu evnaríku børnini, sigur Gunn R,. Jacobsen.

 

Í steðginum framførir dansibólkurin KTM, sum er sprotin úr samleikinum "Kennir tú Margar?".

 

Finalan verður í morgin, og tá framførir vinnarin frá Talent 2012, Marianna Nagata, sum vann við sínum sera góðu sangevnum.

 

Skrá til Talent 2013 – hósdagin 18.apríl kl.14.30-17.00

 

1. Eva Maria, Ronja og Kristina Maria, sang

2. Erla, dans

3. Hilda, sang og klaver

4. Victoria, sang

5. Fía, fimleik

6. Rebekka og Sara, sang

7. Tinna, sang

8. Eva, sang og klaver

9. Mathias og Jón, sang

10. HF Genturnar, fimleik

11. Hanna og Kristian, sang/fimleik