Talið av deyðum eftir ógvusligt áarføri veksur

Fleiri enn 12.000 fólk í Kekkia eru flutt burtur, og fyrsta deyðsfall í landinum var í morgun. Í Rumenia hava seks fólk latið lív, ein eysturríkskur sløkkiliðsmaður doyði í gjár, og ein póllendingur druknaði sunnudagin.

Tað hevur oysregnað í fleiri dagar í Miðevropa, og hetta hevur ført til, at áir eru farnar um áarbakkarnar, og nógv hevur ligið undir í vatni.

 

Talið av deyðum er vaksið, og fleiri og fleiri økir - og enntá heilir býir - liggja undir í vatni.

 

Úr Póllandi til Remunia hava í minsta lagi tíggju fólk latið lív í stóra vatnfloyminum.

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at markið millum Kekkia og Pólland varð hart rakt um vikuskiftið, har heilar brúgvar smokkaðu, og hús vórðu oyðiløgd í vatni.

 

Í Rumenia standa bygdir og býir undir í vatni, og í dag skuldi pólska stórnin hittast til fundar at lýsa undantaksstøðu í landinum.

 

NTB veit at siga, at á markinum millum Kekkia og Pólland byrjaðu áirnar at minka, men samstundis menti floymurin seg til fleiri økir og størri býir í báðum londunum.

 

Umleið 70 prosent av býnum, Litovel, sum liggur 230 kilometrar eystanfyri kekkiska høvuðsstaðin, Prag, liggur undir í vatni, eftir at vatnið byrjaði at fara um Morava-ánna.

 

Í býnum búgva umleið 10.000 fólk, og borgarstjórin i býnum segði í dag, at bæði skúlar og heilsustovnar eru stongdir.

 

Fleiri enn 12.000 fólk í Kekkia eru flutt burtur, og fyrsta deyðsfall í landinum orsakað av floyminum var í morgun.

 

Í Rumenia hava seks fólk latið lív um vikuskiftið, ein eysturríkskur sløkkiliðsmaður doyði í gjár, og ein póllendingur druknaði í floyminum sunnudagin.

 

##med2##