Tann bert 17 ára gamli norðmaðurin Magnus Carlsen ger rættuliga um seg í talvi í hesum døgum.
Í gjár náddi hann 1. pláss á heimsratinglistanum, hann gjørdist samstundist tann yngsti telvarin, sum hevur tikð leiðsluna á heimsratinglistanum. Magnus Carlsen er við í eini opnari kapping í Bilbao.
Avrikini, sum Magnus Carlsen hevur víst í kappingini, gera, at heimspressan hevur varpa nógv ljós á unga norska telvaran.
Fyrrverandi norski stórmeistarin, Simen Agdestein, sum er 41-ára gamal sigur, at Magnus Carlsen kann samanberast við Gerry Kasparov. - Kasparov kláraði at verða á toppinum í 20 ár.
Í dag skuldi Magnus Carlsen, sum hevur 2791,6 í rating møta Anand úr Indiu, sum hevur 2790,6 í rating.
Vit hava ikki fingið úrslitið av talvdystinum, men munurin er so lítil, at vinnur Anand, so situr hann á ovastu rók - í øllum førum til í morgin, men í Norska Talvsambandinum hava tey góðar vónir, Magnus hevur áður vunnið á tí 39-ára gamla Anand, Magnus hevur í hesi kappingini víst, at hann er sera væl fyri í løtuni, so vit rokna við at hann vinnur aftur í dag sigur Agdestein frá Norska Talvsambandinum.