Talv: Borð um borð í toppinum

Tað stendur aftur á jøvnum millum havnarmenn og sandavágsmenn í FM-kappingini í talvi

Olaf Berg (vm) og Carl Eli Samuelsen (hm) mannaðu fremru borðini hjá Havnini móti Vestmanna í dag. Havnarmenn vunnu 3½-½, og hava nú fingið vágamenn aftur.

Tað stendur aftur á jøvnum millum havnarmenn og sandavágsmenn í FM-kappingini í talvi. Bæði liðini vunnu ruddiliga í áttanda og triðisíðsta umfari í dag. Havnarmenn vunnu eitt hálvt stig í innanhýsis kappingini, og tað ber í sær, at bæði liðini hava 24½ stig hvørt eftir dystirnar í gjár, skrivar Talvsambandið.

 

Vagamenn høvdu kanska heldur torførari mótstøðu, men vunnu 3-1 á besta liðnum hjá klaksvíkingum. Vágamenn vunnu við hvíta fólkinum á øðrum og fjórða borði. Á fyrsta borði endaði javnt millum Rógva Egilstoft og Ólav Simonsen. Á øðrum borði vann Høgni Egilstoft Nielsen á Rana Nolsøe. Føroyameistarin hevur vunnið øll átta talvini í vetur.

 

Havnarmenn fingu gott úrslit í Vestmanna, hóast hvørki Helgi Dam Ziska ella Martin Poulsen - báðir sterkastu telvararnir í Havn - vóru við. Á ovaru borðunum vunnu havnarmenn sannførandi, men á aftaru borðunum mátti arbeiðast harðari. Sjúrður stóð eitt sindur kroystur móti Martin Brekká, men loftaði sær javnleikinum, og á fjórða borði gav Alfred Olsen unga Luitjeni dygga mótstøðu, men Luitjen vann kringur torføra endatalvið.

 

Í triðja dystinum gjørdi B-manningin hjá Klaksvíkar Talvfelag bart og vant úr B-manning Havnar Telvingarfelags, sum kortini liggur fremri í kappingini.

 

Endaspurturin

 

Tvey umfør eru nú eftir í landskappingini í talvi. Skráin í 1. deild er henda:

 

9. umfar (13. mars)

 

Klaksvík B - Sandavágur

 

Havnin A - Klaksvík A

 

Havnin B - Vestmanna

 

10. umfar (26. mars)

 

Sandavágur - Havnin

 

Klaksvík A - Havnin B

 

Vestmanna - Klaksvík B

 

Meira kann lesast um kappingina og hinar deildirnar á heimasíðu Talvsambandsins, faroechess.com.

 

##med2##

 

Olaf Berg (vm) og Carl Eli Samuelsen (hm) mannaðu fremru borðini hjá Havnini móti Vestmanna í dag. Havnarmenn vunnu 3½-½, og hava nú fingið vágamenn aftur.

Føroyameistarin, Høgni Egilstoft Nielsen, Sandavágs Talvfelag, hevur fult stigatal eftir átta umfør. Í dag vann hann á Rana Nolsøe.