Talv: Føroyar hólvaði Íslandi av

Í fyrra vinarlandsdystinum millum Føroyar og Ísland legði føroyska liðið hart út, og hølvaði Ísland av 8½ - 1½.

 

Føroysku telvararnir telvaðu trygt og væl, og sjálvt um íslendingar als einki hepnið høvdu hendan dagin, so var sigurin fult uppiborin. Hetta er størsti sigur Føroyar hava vunnið á 

 

Søguligi og afturvendandi landsdysturin millum Føroyar og Ísland (bestu telvarar uttan fyri Reykjavík), hevur verið telvaður síðani 1975. Í 1975 og 1976 stillaðu íslendarar við sterkastu telvarunum í landinum, meðan liðið í 1978 var mannað við telvarum frá Eystur - og Norðurlandinum; Ísland vann allar dystirnar.

 

Síðani 1981 hevur verið telvað aðruhvørjaferð úti/heima á ca. 10 borðum.

 

Fyrru árini vann Ísland flestu dystirnar, meðan Føroyar seinastu árini hava verið stinnari.

 

Undan dystinum ímorgin, hava íslendarar vunnið 10 ferðir - 13 um 1975-78 telja við - og Føroyar hava vunnið 6 dystir.

 

Hóast einki er avgjørt fyrrenn síðsti leikur er fluttur, so er sannlíkindi fyri at Føroyar vinna dystin íár. Ísland skal vinna heili 1 - 9 ímorgin, um teir skulu vinna samanlagt.

 

Seinni dysturin verður telvaður sunnudagin kl. 14.00 í Ósáskúlin, Klaksvík - øll eru vælkomin at hyggja, sigur Talvsambandið.

 

Einstøku úrslitini finnast her