Talið av liðum, ið eru tilmeldað til kappingina í ár, er tað sama sum í fjør. 1. deild: Nýtt lið í deildini er Havnin 2, ið vann 2. deild seinasta kappingár. Hini liðini eru Vestmanna 1, ið varð føroyameistari, Klaksvík 1, Klaksvík 2, Havnin 1 og Sandavágur 1.
2. deild: Nýtt lið í deildini er Rókur 1, ið vann 3. deild seinasta kappingár. Hetta er fyrstu ferð at Rókur er í 2. deild. Hini liðini eru Toftir, Klaksvík 3, Sandavágur 2, Kollafjørður og Vestmanna 2, ið flutti niður úr 1. deild.
3. deild: Nýtt lið í deildini er Havnin 3, ið flutti niður úr 2. deild. Hini liðini eru Havnin 4, Klaksvík 4, Gøta, Skopun, Sandavágur 3, Vestmanna 3 og Rókur 2.
Unglingar: Liðini eru tey somu sum í seinasta kappingarári: Klaksvík, ið varð føroyamestari, Rókur, Vestmanna, Havnin og Sandavágur.
3. deild verður skipað á sama hátt sum í seinasta kappingarárið, tvs. í tveimum bólkum, har ið tvey (2) tey bestu liðini úr hvørjum bólki koma í ein finalubólk, har dystast um 1. - 4. pláss, meðan hini liðini koma í ein annan bólk, har dystast verður um 5. - 8. pláss.
Finaluumførini verða telvaði somu dagar sum lýst er í Talvkalendaranum (6. - 10. umfar) men alt hetta verður lýst seinni.
Kappingin byrjar sum kunnugt 28. september fyri allar deildirnar, uttan unglingadeildina, ið byrjar 24. september.
Kappingarskráin er at síggja á www.farochess.com