Talv: Leygardagin byrjar FM-kappingin fyri einstaklingar í talvi, og hon verður í fimleikarhøllini á Giljanesi til páskaaftan, 3. apríl. Men av tí at triðja og avgerandi FM-finalan millum menninar hjá SÍ og Mjølnir er í ítróttarhøllini á Giljanesi leygardagin klokkan 15.30, er byrjanin av talvkappingini útsett í fýra tímar.
– Í sambandi við flogbóltsfinalurnar verður helst eitt sindur av gangi og vási, so við at útseta telvingina eitt sindur, ber helst betur til at fáa frið, tá telvararnir fara í gongd, sigur Jógvan Joensen, formaður í Talvsambandinum.
Allar hinar dagarnar byrja telvararnir klokkan 14, men leygardagin verður klokkan 18, áðrenn teir setast við borðini. Og kanska gongur ein løta aftrat, áðrenn teir ordiliga koma í gongd, um tað vísir seg, at flogbólturin framvegis kann órógva tá.
Tað er Sandavágs Talvfelag, sum er vertur fyri kappingini, ið tilsamans telur níggju umfør. Allar dagarnar er eitt umfar á skránni klokkan 14, uttan mánadagin, tá dupultumfar er á skránni og byrjað verður ávikavist klokkan 10 og 16.
Teir, sum eru við í landsliðsbólkinum, har føroyameistaraheitið í talvi er at kappast um, eru 10 teir hægst styrkismettu telvararnir. Teir næstu 10 eru við í 1. bólki, og so er restin í almenna bólkinum. Unglingarnir telva somu tíðir sum teir vaksnu, og har verður bestu telvarin eisini føroyameistari.
Dómari í kappingini verður IA Mogens Nielsen.