Talv: Vágamenn gera bart

Føroyameistarnir úr Sandavágs Talvfelag bjóða nú av álvara oddaliðnum úr Havn av í landskappingini í talvi.

Feðgar á ferð! Torkil Nielsen (høgrumegin) kveitir forvitin at gongdini á talvborðunum hjá synunum Høgna (í miðjuni) og Rógva (vinstrumegin). Saman við Silasi Eyðsteinsson vunnu teir 4-0 í gjár.

Í útsetta dystinum í fjórða umfari í fremstu deildini millum Sandavág og Klaksvík B. í gjárkvøldið vóru vágamenn eirindaleysir og vunnu 4-0.

 

Úrslitið ber í sær, at nýggjur spenningur er kyknaður upp í oddanum millum havnarmenn og sandavágsmenn í FM-kappingini í talvi.

 

Ruddiligi sigurin í gjár er í sjálvum sær ikki so uppskakandi, tí vágamenn høvdu greiðan favorittleiklut á øllum borðum, og eingin av teimum fýra á liðnum sveik álitið.

 

Nú er bara eittans stig á muni millum oddaliðini. Havnar Telvingarfelag hevur 13½ stig og Sandavágs Talvfelag 12½ stig. Nú eiga tey tørn sínamillum í morgin, og eftir tað er kappingin hálvrunnin.

 

##med2##

 

Toppdystur í morgin

 

Fyrri sínamillum dysturin millum Havnina og Sandavág verður í Havn í morgin. Telvað verður á Finsen, og byrjað verður klokkan 14.

 

Vit síggja, at klaksvíkingar eru dragnaðir nakað, men støðan er ikki verri enn so, enn at teir kunnu toga seg fram í oddastríðið aftur. Men til tess krevst ivaleyst, at moldovski stórmeistarin, Vladimir Hamitevici, er við aftur.

 

 

 

1. deild, 5. umfar (9. januar)

 

Havnin - Sandavágur

 

Havnin B. - Klaksvík

 

Klaksvík B. - Vestmanna

 

 

 

Kollfirðingar á odda

 

Kollafjarðar Talvfelag, sum flutti niður úr 1.deild í fjør, hevur í løtuni kós móti bestu deildini, men enn er langur vegur á mál.

 

 

 

2. deild, 5. umfar (9. januar)

 

Rókur - Kollafjørður

 

Havnin - Klaksvík

 

Sandavágur - Kollafjørður B.

 

Støðan í 2. deild

 

1. Kollafjørður 12 stig

 

2. Klaksvík 10½

 

3. Havnin 10½

 

Seks lið í alt.

 

 

 

Javnt í 3. deild

 

Í 3. deild gongur javnt á. Eftir fyrstu fýra umførini er bara eitt hálvt stig, ið skilr fremstu trý liðini. Havnin er fremst, men dysturin um uppflyting stendur millum Toftir og Kongshavnar Talvfelag, sum fyrrverandi Runavíkar Talvfelag nú eitur.

 

 

 

3. deild, 5. umfar (9.januar)

 

Havnin - Vestmanna

 

Toftir - Kongshavn

 

Sandavágur - Kollafjørður

 

 

 

Støðan í 3. deild

 

1. Havnin 8½

 

2. Toftir 8

 

3. Kongshavn (Runavík) 8

 

Seks lið í alt.

 

 

 

Gøtumenn fremst

 

Tað eru ikki so nógv ár síðani, at Gøtu Talvfelag var í fremstu deildini. Nú eru teir í 4. deild. Og tað var tann tíð, at gøtumenn taldust millum stinnastu feløgini í landinum - tá Petur Eli Mikkelsen og Sjúrður Lómstein vóru í velmaktini. Men nú eru teir so á uppflytingarkós.

 

 

 

4. deild, 4. umfar (9. januar)

 

Kongshavn - Havnin

 

Rókur B - Gøta

 

Rókur - Klaksvík

 

Klaksvík B. - Sandavágur

 

 

 

Støðan í 4. deild

 

1. Gøta 8

 

2. Havnin 7

 

3. Kongshavn 6½

 

Tólv lið í alt.

 

Feðgar á ferð! Torkil Nielsen (høgrumegin) kveitir forvitin at gongdini á talvborðunum hjá synunum Høgna (í miðjuni) og Rógva (vinstrumegin). Saman við Silasi Eyðsteinsson vunnu teir 4-0 í gjár.