Tað sást ikki, og visti tú ikki av tí, so hevði verið ilt at gitt, um tað nú var TB ella NSÍ, sum stríddist fyri at sleppa undan niðurflyting.
Síðsti fótbóltsdysturin í Runavík í ár var vánaligur. Ferðin var lítil, spælararnir fluttu seg ikki nakað serligt, sendingarnar vóru lítið neyvar, og bóltførleikanum var tað so sum so við.
Tvørámenn dúvaðu upp á javnleikin, sum hevði lyft t eimum av aftasta plássinum og harvið sloppið teimum undan beinleiðis niðurflyting, og tað eydnaðist teimum næstan at fara avstað aftur við stignum, teir høvdu í viðførinum, men sum kunnugt, so nyttar »nær ved og næsten« einki, og tað sær sera svart út hjá TB.
Mál og møguleikar
Fyrra umfarið hevði TB ongan upplagdan málmøguleika, meðan NSÍ hevði ein risamøguleika og so ein afturat. Størsta møguleikan fekk Eddie Mikkelsen, ið hesa ferð var við frá byrjan sum framrættaður miðvallari í vinstru. Kasper L. Jacobsen, sum hesa ferð var framrættaður í høgru var í rangstøðu, tá sendingin av miðvøllinum fall í vinstra borð, Petur Hansen, sum hevur ment seg at vera millum teir frægu dómararnar, metti ikki, at tað skuldi bríkslast, NSÍ maðurin sneiddi Rolf Christiansen av, tá hesin kendi seg noyddan at leypa út, men lukkutíð fyri tvørámenn, sum bæði inni á vøllinum og uttanfyri hildu ondini, brast royndin úr ikki so ógvuliga lítlum vinkli í vinstru í stólpan, og so spurdist ikki meiri burturúr.
Seinna umfarið var eins órudduligt, sum tað fyrra hevði verið. NSÍ kroysti, sum fyrri parturin av umfarinum leið, TB alt longri aftur, og teir á heimaliðnum vóru við hvørt í brotsteig-inum, uttan at fleiri upplagdir møguleikar stóðust av.
Kanska vóru tað størstu møguleikarnir, tá TB við heilt stuttum millumbili fekk tvær gávur eftir NSÍ afturleggingar. Fyrru ferðina eydnaðist tað ikki Radiosavlevic ? var einsamallur heilt frammi, meðan Dan Mortensen (ein fínur spælari) og Tórður Mortensen royndu at stuðla honum aftanfyri ? at sleppa framvið Dejan Milanovic í NSÍ málinum, og seinnu ferðina fór afturleggingin í tvørtræið.
Beint eftir hesar báðu ferðirnar ? tá vóru 68 minuttir farnir ? fall einasta málið, og tað er væl skiljandi, um tvørámenn iðra seg um, at júst henda støðan skuldi vera tann, sum avgjørdi. Hornasparksinnleggið úr høgru var høgt og gott, men tað líkist ongum, at ein maður skal standa so leysur við handara stólpan, sum liðformaðurin og miðverjin hjá NSÍ, Arnfinn Langgaard, gjørdi.
TB royndi at spenna bogan. Óli Johannesen fór úr verjuni og fram á vøllin, teir skiftu fleiri nýggjar menn inn, og tað tóktist sum um tað skuldi ikki so nógvar neyvar sendingar til fyri at Dan Mortensen ella Radiosavlevic skuldi gerast leysur, men einki spurdist burturúr.
At TB verjan gjørdist so opin átti at havt gyltar møguleikar hjá NSÍ í snarálopum, og teir høvdu fleiri heilt stórar møguleikar, men teir misnýttu, og serliga Christian Høgni Jacobsen var stóri brennivargurin.
Framtíðin
Tey í Runavík fara út á Svangaskarð leygardagin, og so mugu tey vóna, at grannauppgerðin fer at seta størri eld í teirra menn, enn vitjanin av Tvøroyri tóktist gera.
TB skal hava stig móti GÍ, og tað verður torført. Tað gjørdist ikki lættari av, at Óli Johannesen, sum var verjuálitið, fekk gult kort og tískil hevur spælt fyri síðstu ferð í landskappingini í ár.