Í gjárkvøldið, umleið klokkan 20.30, fekk løgreglan boð um, at tangaskipið, Med-Atriatic, hevði rent á bryggjuna á Drelnesi.
Hann var á veg á Tvøroyri við olju, tá ið hann rendi á, men akkurát hví óhappið hendi, er ógreitt enn, men tað var rættiliga nógvur vindur í gjárkvøldið.
Løgreglan sigur, at tey hava verið umborð, og hava staðfest, at øll formlig viðurskifti vóru eftir forskriftunum. Tað vil siga, at skipið hevði loðs, og at hvørki loðsur ella skipari, vóru ávirkaðir av rúsdrekka.
Skipið fekk ikki stórvegis skaða, men bryggjukanturin fór illa, har stoyturin var.
Væntandi verður sjóforhoyr í málinum eina ferð seinni, men enn skulu fleiri kanningar gerast, sigur løgreglan.
Med-Adriatic er skrásett í Malta, men tað er eitt danskt felag, sum hevur langtíðarleigað tað, og skipið hevur verið fleiri ferðir á Drelnesi.