Nú meginopportunisturin Zacharias Wang aftur hevur gjørt av at stilla upp til Fólkatingið, har hann fyrr hevur roynt at sloppið sær inn, er tað rímuligt at orientera tey, sum ikki kenna ta vinglandi politisku biografiina hjá honum um hansara sveiggjandi zig-zag fortíð.
Sum ungur veljari var hann av allargrovastu og mest kompromisleysu SAMBANDSMONNUM, og tá ið hann gekk á studentaskúla var hann nærmast religiøsur samríkismaður, og í síni donsku lestrartíð kravdi hann av Dimma-lættingar-monnum, at teir partú skuldu stilla hann upp fyri sambandsflokkin.
Sambandsmenn sýttu, og síðani fór hann ógvuliga fornermaður á dyr og royndi ymsar desperatar Canossa-ferdir, har hann førdi seg groteskt óstortsliga fram, alt meðan hann samstundis fríggjaði aggressivt til næstan allar aðrar flokkar, har hann aloftast fekk krakk,
MEN til endans lendi hann so hjá tjóðveldismonnum, sum glaðbeintir og naivir tóku tann fráfalna sambandsdrongin í føvningin. Men tað bleiv tjóðveldismonnum eitt SERA dýrt favntak, tí bæði formaðurin, Erlendur P., og blaðstjórin, Ólavur Mikkelsen, komu í svára neyð av hesum sveimandi trojanska rossi.
Ein stórur partur av tí republikanska flokkinum kom í sterka andstøðu til Zachariassar um "rættan" tjóðveldispolitikk og um uppstilling til fólkatingsval, sum inntil tá hevði verið reint tabu hjá republikanarunum.
Tað endaði við, at teir vildu koyra Zacharias út, men ein danskur dómari dømdi Zacharias inn aftur í flokkin, so síðani tá hevur Zacharias verið einasti maður í verðini, sum er dømdur til ta sjáldsama frustrerandi lagnu at vera tjóðveldismaður fyri lívstíð, hóast hann sum ungur veljari var so ógvisliga radikalur sambandsmaður, at forfardir sambandsmenn ikki vildu vita av honum.
Nú er og verður hann allarhelst meira vítt-tvassandi loysingarmaður, enn nakar annar loysingur higartil hevur hættað sær at verið ella tora at droymt um.
Kometpolitikkur Zachariassar hevur so galaktiskar amplitudur, at okkara sólsystem er alt for lítið til hansara politisku ideologi.