Tann besti uttan felag

Theodoros Zagorakis, sum UEFA valdi til besta spælaran í EM-kappingini í Portugal, hevur einki felag at splæa fyri. Mikludagin fekk hann frítt at fara úr felagnum AEK Athen, sum hevur stórar fíggjarligar trupulleikar.
Zagorakis hevur spælt í fýra ár við felagnum, men nú skal hann finna sær nýtt felag at spæla fyri. Tað verður neyvan nakar trupulleiki hjá tí 33 ára gamla liðformanninum á grikska landsliðnum.