Havn: Undir vitjanini í Føroyum hevur Símin enn einaferð verið inni á gólvinum á gamla arbeiðsplássi sínum Kjøtbúðini hjá Otto Reinert.
Tá hann arbeiddi her fyrst í 60unum hildu teir til undir Sjómansheiminum, sum mánadagin broytti navn til Hotel Tórshavn.
Fyrr í ár fluttu teir út í nýggj og snotulig høli í Akranesgøtu í Havn, og her vitjaði Símin sum vera man eisini.
Og her í Akranesgøtu varð hann stórliga bilsin yvir bæði arbeiðspláss og høli.
- Eg havi sæð nógvar kjøtbúðir í mínum lívi. Men henda er simpelthen tann flottasta, ið eg nakrantíð havi sæð.
- Har var alt so væl skipað. Har vóru góðar maskinur, og har var nossligt og reint inni. Og eg legði merki til at alt varð gjørt í hægstu góðsku, sigur Símun.