TÁ ein leggur á ein stovn soleiðis sum RS gjørdi av løgtingsins røðarapalli herfyri, so eigur ein at verða konstruktivur og megna at hava kritikkin í onkrum ítøkiligum. Eitt álop, sum vit sóu herfyri, má merkja, at hesin persónur er ógvuliga vísur í sínari søk. Persónurin má harafturat hava eitt ómetaliga stórt innlit í hesar lutir, fyri at koma sær soleiðis at niðurgera tey, sum dagliga arbeiða við hesum máli. Um hettar er støðan við RS, so hevur hon fjalt tað ómetaliga væl. Spurningurin er um ikki okkurt annað liggur til grund fyri álopum hennara. Hon roynir í Dagblaðnum at verja síni orð við at nevna onkrar innkeypsvørur hjá einum almannaklienti, sum eru dýrari enn grannin hevur ráð til. Kanska er tað júst her, hundurin liggur grivin. Skógvarnir eru kanska so smáir, at øvund er drívkraftin. Eingin má fara væl í hesum samfelagnum, uttan onkur fær ilt av tí. Tað sær út til at fólk, sum eru í eini ringari støðu, helst ikki skulu fáa tað betri.
Næstrakærleiki er ikki at ganga og øvunda fólki, sum fara væl ella sparka út eftir teimum, ið liggja niðri. Næstrakærleiki er at unna fólki alt tað besta. Harvið er ikki sagt, at man skal oyðsla, men tað sær heldur ikki út til, at tað verður gjørt í dag. Einastu orð, vit hava fyri tí, eru orð Rúnu Sivertsens. Hvørjar rakstrarroyndir, hon hevur í almennari umsiting ella umsiting annars, er ringt at meta um. Tá Dagblaðið sigur, at RS ger tað, hon er vald til, so fara teir, sum ikki einaferð, skeivir. Løgtingslimir eiga at stinga út í kortið og leiða Føroya land út frá yvirornaðum strategium. Arbeiðsuppgávan hjá einum løgtingslimi er ikki at avgera telefontíðir á stovnum og hvat slag av vørum keypmenn bera út til almannaklientar. Um RS hevur ambitiónir um slíkt, so kundi hennara førleiki kanska verið nýttur til eitt starv í Landsumsitingini ella á Almannastovuni.
Í hvussu er má sigast, at um ein løgtingslimur frá løgtingsins røðarapalli sigur, at fólk, sum tørva hjálp frá Almannastovuni í nógvum førum ikki fáa hana, so má hann dokumentera ein slíkan pástand. Um hettar ikki letur seg gera, so eigur Formanskapurin at tala at. Tað ber ikki til at ógrundað álop á fólk, sum trúliga passa sítt arbeiði í tí almenna, kunnu koma frá landsins hægsta stað, har tey ikki kunnu verja seg.
Um Rúna Sivertsen ikki loypir á almenn starvsfólk, so ger Dagblaðið tað í øllum førum í greinini, har Rúna Sivertsen ger viðmerkingar. Har verður sagt, at almennar inntøkur ?verða stolnar frá fólki í skatti og øðrum avgjaldshumbukki?. Um hettar ikki er eitt álop á almenn starvsfólk, so er einki tað. Dagblaðið hevur talað ? fólk, ið fáa eina almenna løn, taka ímóti tjóvagóðsi. Er hettar veruliga tað, ið Fólkaflokkurin heldur? Hvat siga fólkafloksfólk flest ? eru skúlar, sjúkrahúsverk, pensiónir o.s.fr. fíggjað av stuldri? Tann, ið tegir samtykkir verður sagt. Verða ÓB og politisku lærusveinar hansara ikki settir uppá pláss av sínum egnu, so mugu vit ganga útfrá, at Fólkaflokkurin hevur talað.