Tann kúgaða ófrælsa fjøldin - Stættastríðið mikla

Privatiseringsørskan kúgandi, trælkandi
gevur ríkmonnunum kapitalistunum
teim fáu fólksins ogn - eyðræning

myrkrið fjalir
okkara vakra land
høgrarákið latið
sosialismuna í ein
kavrotnan serk

tann kúgaða líkasæla fjøldin
stendur nekta spillnakin
trælalyndi
uppreistrarhugurin
kódnaður av eitrandi oyðandi
roykinum frá
listilærdu spekulantunum

multinationalu kræddararnir
eins og soppar
oyða og drepa alt á teirra leið
kúgandi stættin
niðurbindur fjøldina
meðan
trælahandilin og trælalívið
hevur fríar ræsur

sosialistiska hugsjónin
vorðin ørindasveinur
hjá vandamikla høgrarákinum
stórkapitalinum - profittinum
privatiseringsgyrndin
øsur ta kúgaðu fjøldina

mei ei
hetta letur sær lynda
stríðshuga til verka fer
hevjar stríðsbrandin
tað blóðreyða stættastríðið mikla
brimar í eystanroðanum

vandamikla fundamentalistiska rákið
má dvína
ikki pláss fyri slíkum illgresi
í tí nýggja fólkaheiminum

tann kúgaða fjøldin ófræls vorðin
sætt frælsi ei vit fáa
fyrr enn kúgandi kapitalistarnir
privatiseringsómennini
durafjórðingin fáa

tá verður fagnaðarljómur
í gildisskála proletaranna

so leingi stórkapitalurin
spekulantarnir
kúga og hóreiggja sær
verður stættastríðið sjónligt í orð og gerð

gjógvin millum rík og fátæk
vorðin djúpari og grefligari

materialisman latin í
andaligan búna
vorðin so hástór, máttmikil
sjálvsøkin og kúgandi sum ongantíð áður
eins og í tí myrku miðøld

ósolidariski skarin í trælaserki
ikki medvitandi
bæði kúgaður og kúgandi
við borgarliga streyminum fylgir
mikið gyklaverk
telgja sær gudar, um gullkálvin dansa
hálovar stórmonnum og kapitalistunum
trælur í egnum húsi
ljómur úr farnari, myrkari tíð
gapandi sálarleysar einaræðisborgir

Vit kúgaðu vilja stríðast
fyri frælsi, rættvísi og solidariteti

tann brennandi, máttmikli, árvakni
solidariski skarin
fylkist í hóp og stríðsfúsur vil berja niður
tað kavráa harkaliðið

Kammerátar!
tann stríðsreyða socialisman vil sigra!
sigurin er í nánd!

Skoði samhugafylkingina miklu
fløðir innar í fólkaheimið
stríðskvæðið ljómar hátt í høll

 Brátt lýsir í eystri 
1. mai 2006
Sólmundur Joensen