Tann nakni veruleikin

- Ongin skal billa mær inn, at man fer aftur av at svimja. Eg havi svomið nógv. Havi starvast í svimjihøllini í 28 ár og havi í ár lagt 82 kilometrar aftur um, men eg eri ikki klænkaður, sigur 82 ára gamli Johan Norðfoss, og hirsar búkin eitt sindur inni í heita hitarúminum í svimjihøllini í Havn.

Vit hava sett seks monnum stevnu, sum dagliga vitja í Svimjihøllina í Havn fyri at svimja og práta í hitarúminum. Teir eru Mynde Isfeldt, Jógvan Asbjørn Skaale, Johan Norðfoss, Jákup Lindenskov og Heðin í Dali úr Havn, Sverri Mortensen á Argjum og Jákup Johannesen av Oyri. Tað er hósmorgun 5. desember og svimjihøllin er stongd restina av árinum. Desember er mánaðin við vánaligastu vitjunnartølunum, og tí verður stongt, fyri at ymiskt viðlíkahald kann gerast. Leiðarin fyri svimjihøllini, Heri Lava Olsen hevur verið so vinarligur, at halda hitarúmið heitt til hendan samrøðan er liðug.
- Hitarúmið er gott fyri gikt. Pápaslektin í míni familju er illa plágað av gikt, men nú eri eg 82, og eg havi ongantíð følt gikt. Eg trúgvi at drúgva gongdin í hitarúmið er orsøkin, sigur Jóhan Norðfoss. Hann fór at starvast sum maskinmeistari í gamla svimjihylinum í Gundadali og tá nýggja svimjihøllin varð tikin í nýtslu var Jóhan Norðfoss millum starvsfólkini. Hann legði frá sær vegna aldur í 1990.
Teir sita so fittir á ovasturók og niður á gólvið, alt eftir hvussu nógvan hita teir tola. Heitast er uppi undir loftinum og svalligast niðri á flísunum.
Jákup av Oyri hevur verið úti í verðini og siglt og hann er kendur víða um heim. Fyrstu ferð hann var í hitarúmi var í Colombo á Sri Lanka, ella var tað í Singapore, hann minnist ikki heilt.
- Bara ein og ein slapp at vera í hitarúminum í senn og ein kvinna sat uttanfyri og ansaði eftir. Tá tú hevði verið inni í tríggjar minuttir, so varð tú koyrdur út aftur. Tað veit Gud, tað er sannheit, tað passar sum eg sigi og her sita vit í tímar, sigur Jákup av Oyri. Hinir lurta eitt sindur ivasamir og Oyramaðurin gudar fleiri ferðir fyri at sannføra hinar um, at tað er satt, sum hann sigur. Teir geva honum rætt við orðunum: "Vit trúgva tær, tú plagar ikki at lúgva, tá tú sigur sannheit."
Gamal vani
Teir seks, sum eru í hitarúminum í dag, hava sitið nógvar tímar av lívinum í sauna. Fyri onnur kann hetta tykjast tann reina tíðarspilla og hvat kundi ikki verið fingið av skafti av nyttugum avriki allar hesar tímar. Men fyri teir føstu í hitarúminum er hetta eitt val. Livið er annað enn breyð og tað skal livast eisini. Hvat er tað sum fær hesar menn at koma saman?
- Fyri meg er hetta ein gamal vani. Hetta byrjaði longu uppi í gamla svimjihyli. Hann var ikki innilokaður, og var stongdur um veturin. Men Ivan Carlsen var so beinasamur at halda hitarúmið heitt, og so vóru vit fleiri, sum regluliga sótu í hitarúminum. Ivan Carlsen var sjálvur millum okkum. Klerens var fastur, eisini William Sloan. Teir báðir brøðurnir hjá Talis, Karl og Hans vóru fúsir og fastir. Jákup Lindenskov og eg vóru eisini javnan. Vit komu saman og vit koma saman fyrst og fremst fyri sosialu samveruna og tað at sita í hitanum, sum eg haldi er heilsugott, sigur Jógvan Asbjørn Skaale. Hann gongur klænur og spelkin fram eftir gólvinum og skundar sær í svimjibuksur, nú myndamaðurin ger seg til reiðar at taka myndir.
- Prátið hevur altíð verið stuttligt í hitarúminum. Klerens plagdi at siga, at tað besta fyri hann í hitarúminum var, at her lærdi hann føroyskan humor. Hann hevði eisini eina vekt við, so vit kundu viga okkum. Eg sat nógv longri fyrr enn nú. Tá kundi eg sita upp í tveir og ein hálvan tíma í saunainum og eg veit um, at eg havi mist fimm pund ein dag. Vektin varð tíverri sprongd. Bjarni Holm, fyrrverandi B36 leikari, var ein førligur maður. Hann vigaði 120 kilo, hann steig heldur óstortliga á vektina og ferdugt var. Hon hevur ikki vigað síðani, sigur Jógvan Asbjørn.
Og søgurnar eru nógvar, sum kundu verið sagdar úr hitarúminum. Her er ein frá Jógvan Asbjørn, og hóast ikki nakar oldingi, so telist hann millum The Grand Old Men í hitarúminum.
- Karl Johansen fylti nógv í hitarúmimum og hann hoyrdist og sást. Einaferð, so fortelir William Sloan, sum tá fekst við handil, um onkra gávu, sum hann hevði givið onkrum. Karl brýtur hann av, uttan soleiðis at lurta ordiliga eftir. Og sigur: »Halt kjaft, nær hevur ein kaptalistur nakrantíð givið nøkrum nakað sum helst.« Hetta dámdi Williami ikki heilt. Nakrar dagar seinni kemur Karl fram við handlinum hjá William Sloan. William bjóðar honum inn og peikar á eina frystiboks og spyr Karl, um hann eigur eina slíka. Nei, tað átti Karl ikki. Far við henni, sigur William. Tað vildi Karl einki til, men tað endaði við, at hann lat sær líka. Endin av hesi søgu kom frá heilt aðrari síðu. Sonur William, Andrew, fortaldi mær aftaná, at hvørja ferð Karl hevði verið á floti, so hevði hann so ilt av frystiboksiini, at fór hann heim til William við einum kóki, og var grind, so kom Karl við grind. Pápi hevði ongantíð fyrr gjørt so góða forrætning, sum at forera Karl frystiboksina, hon kom fleiri ferðir inn aftur í døgurðamati, segði Andrew.
Politikst kjaktorg
- Politikkurin fær eitt stórt pláss í hitarúminum, sigur Heðin í Dali, sum í mong ár hevur koyrt taxa í Havn.
- Vit hava jú gamlar politikarar millum okkum, sigur hann og peikar á Jákup Lindenskov, sum hevur eina fortíð sum løgtingslimur, landsstýrismaður og fólkatingslimur.
- Tað gongur hart fyri seg, tá vit diskutera politikk, men vit blíva altíð blíðir aftur, sigur Jákup Johannesen av Oyri, í hitarúminum nevndur Oyramaðurin. Og Mynde Isfeldt gevur honum rætt. Mynda dámar væl at práta um samfelagsviðurskiftir.
Jóhan Norðfoss hevur verið út fyri nógvum sum maskinmeistari og lívreddari í svimjihylunum í Havn. Einaferð kom hann fram á ein mann, sum var dottin um í svimjihylinum. Hann fekk mannin at rakna við aftur, men gjørdist rættuliga illa heitin, tí hann fekk ikki orð av honum. Ikki fyrr enn væl aftaná kom onkur og lýddi honum í oyra, at maðurin var deyvstummur.
- Svimjihøllin er besta tiltak kommunan nakrantíð hevur gjørt og vit kunnu takka Niels Debes, fyrrverandi kommunupolitikkara fyri, at hendan høllin nakrantíð varð bygd. Fleiri av býráðslimunum vóru í móti ætlanini. Býráðspolitikarar hava onki format longur. Var tað ikki Niels Debes og hansara ídni, so var ongin Svimjihøll í dag, siga fleiri við ein munn og teir vilja ikki endurgevast fyri hesi orðini við kristnum navni.
- Í desember, so telja vit dagarnar til januar, tá svimjihøllin letur upp aftur. Og tíðin gongur seint, nú svimjihøllin er stongd.
- Eg lærdi at svimja í kvøldskúla á Argjum fyri 20 árum síðan og síðan havi eg svomið og sitið í hitarúminum dagliga. Tað er bara so deiligt, sigur 80 ára gamli Sverre Mortensen á Argjum, meðan hann svingar seg upp á súkkluna á veg út aftur á Argir.
Hinir fara hvør til sítt aftaná at hava staðið uttan fyri eina løtu og róst svimjihøllini. 18. desember fyllir svimjihøllin 20 ár og tað sæst ikki á henni, hon er sum spildurnýggj. Dagurin verður hátíðarhildin, tá høllin letur upp aftur í januar, og akkurát hvussu er ikki heilt avgjørt enn.