Ikki kann sigast annað, enn at henda norðurlendska verkætlanin tekur seg væl og og er ein tann mest spennandi verkætlanin, fostrað er her á landi, í mong, mong ár. Ikki bara føroyingar, men íslendingar, norðmenn, danir og onnur við bíða í spenningi at sleppa umborð á norðurlendsku brúnna næsta summar.
Vit kunnu ikki siga annað, enn at Smyril Line, sum gjørdist ein rættiliga føroysk fólkaogn, hevur bygt brúgv millum Norðurlond og hevur rúmkað ræsurnar fyri norðurlendskari ferðavinnu.
Hvussu stóran týdning hon hevur havt, eru orðini hjá tveimum íslendskum ráðharrum dømi um. Teir siga, at hon skapar lív í á Eysturlandinum í Íslandi. Hon mennir íslendska ferðavinnu og útjaðaran so nógv, at bæði vegir og veitingarhús mugu byggjast. Hetta eru dømi um, at íslendingar síggja frameftir og síggja ein møguleika í ferðavinnu.
Vit skulu ikki siga, at vit í Føroyum snorksova, tí tað gera vit ikki. Summi royna ? ferðaráð, kunningarstovur, gistingarhús, nakrir ferðasmiðir - men annars lyfta myndugleikarnir ikki hond frá síðu fyri av álvara at menna ferðavinnuna, so hon veruliga hevur nakað at bjóða, eisini familjum. Vit kunnu t.d. ikki bjóða ein fiskitúr ella geva fólki møguleikan at rógva á einum fjørði.
Her er munur á í Íslandi til dømis, har tilboðini ikki tróta, og har veruligir møguleikar eru at tjalda og ferðast í hús- ella tjaldvagnum, sum Norrøna leggur seg nógv eftir. Her er bara onkur hendinga kommuna, sum hevur gjørt øki til tjøld ella húsvagnar. Vit skulu sjálvandi gleðast um framstig, men okkum vantar framvegis tað stóra takið framá.
Smyril Line hevur roynt, og vónandi gera hækkandi prísir og dýr tænasta umborð ikki tað, at fólk setast aftur. Vit bíða í spenningi og ynskja Smyril Line tillukku og eydnu framá.