Tann størsti trolarin ?siglir við segli

Tað størsta fiskiskipið í Týsklandi skal brúka vindorku fyri at spara olju

Skiparakstur?Árni Joensen: ?arni@sosialurin.fo
Í hesari vikuni leggur tann 15.000 bruttotons stóri trolarin Maartje Theodora frá landi í Niðurlondum, haðani hann fer út í Atlantshavið við kós ímóti Suðuramerika. Í sær sjálvum er tað ikki nøkur stórhending, men kortini er fráferðin serstøk, tí tann risastóri trolarin skal lutvíst sigla við segli fyri at spara olju.
Tey, sum standa aftan fyri verkætlanina, hava fingið stuðul frá ES, og málið er, at tey nútímans seglskipini skulu spara ein triðing av oljunýtsluni. So stór verður sparingin ikki umborð á Maartje Theodora. Eigararnir vóna, at skipið kann spara umleið tíggju prosent av oljunýtsluni við at brúka seglið á ferðini um Atlantshavið, tá veðrið er til vildar.
Seglið, sum er 160 fermetrar stórt, er fest í forskipið við einum 300 metrar longum kaðali. Eigararnir vænta, at tá veðrið er til vildar, kann segði geva trolaranum 1000 kW eyka megi, sum svarar til ein áttandapart av maskinorkuni hjá skipinum.

Fiskiskip betur
Trolarin Maartje Theodora er skrásettur í Týsklandi, men tað er niðurlendska felagið Parlevliet & Van der Plas, sum eigur skipið. Stjórin í felagnum, Diederik Parlevliet, sigur, at tann stóra avbjóðingin hjá manning og reiðaríi verður at kanna og skráseta, hvussu skipið fer at skikka sær, tá trolið er úti og seglið uppi.
Seglroyndir eru fyrr gjørdar við farmaskipum, men fyrireikararnir halda, at skipanin egnar seg betur til fiskiskip, sum ikki altíð sigla við fullari ferð eins og handilsskipini.
Útrokningar hjá umhvørvisverndarfelagsskapinum Seas a Risk vísa, at heimsins fiskiskip eiga umleið eitt prosent av heimsins oljunýtslu, og at tey lata meiri enn 130 milliónir tons av CO2 frá sær um árið.