Óli Holm sigur við Sosialin 21. mars, at skúlaleiðslurnar gera sjálvar av, annahvørt flokkarnir hava 24 næmingar ella 25 næmingar.
Hvat við ásetingini í Fólkaskúlalógini § 20? Har stendur: Við skúlaársbyrjan eigur næmingatalið vanliga ikki at fara upp um 24 í hvørjum flokkinum. Er lógin ikki galdandi í hesum serstaka føri longur?
Hvussu sær veruleikin út? Tað er tað, ið tað snýr seg um. Tað er tað, sum foreldrini hava krav uppá at fáa at vita.
Fáa næmingarnir fleiri tímar ella rættari, verða fleiri tímar til undirvísingina?
Hvat við teimum næmingum, sum treingja til stuðul ella hava serligan tørv fyri neyðini?
Óli Holm verður endurgivin í Sosialinum fyri at siga: ?Tímar verða ikki latnir til nýggjan flokk, fyrr enn næmingatalið fer upp um 26 næmingar?, tað vil siga, at ikki fyrr enn 27 næmingurin kemur í flokkin, skal hann býtast.
Hetta er nakað nýtt, tí í Fólkaskúlalógini og í viðmerkingunum til hana stendur, at flokkurin vanliga eigur at verða býttur, tá 25 næmingurin kemur í flokkin.
Tað er eisini staðfest, at við nýggja tímabýtislyklinum verða eingir tímar til sjúkravikar og heldur eingir tímar verða til undirvísing í frítíðini.
Hví eru eingi tøl løgd fram fyri almenningin, sum vísa á fyrimunir og vansar við tí nýggja tímabýtislyklinum? Hava foreldrini ikki krav uppá at síggja slíkt tøl?
Gamaní, eyka tímar verða latnir, men fær fólkaskúlin størri játtan við nýggja tímabýtislyklinum ella verða brikkarnir bara fluttir runt í skipanini? Ella væntar man í MMS, at eykajáttan sum vanligt verður veitt einaferð í heyst?
Og hvat við teimum skúlunum, sum hava færri enn 70 næmingar? Hvussu verður teirra tímabýti?
Føroya Lærarafelag eigur at seta spurningar, kritiskar spurningar, tí skúlaleiðslurnar hava fingið boð um, at Mentamálastýrið tolir ikki uppafturtøku av tí, sum hendi í Vestmanna skúla síðsta ár.