Tannapínan má bíða

Allar tannlæknastovurnar í høvuðsstaðnum hava stongt millum jóla og nýggjár

Tannapínan í høvuðsstaðnum hevur tað ikki gott á jólum.

Allar tannlæknastovurnar í Havn hava stongt millum jóla og nýggjár, og bara ein tíma um dagin er gjørligt at fáa fatur á eini tannlæknavakt, sum kann taka sær av tí mest átrokandi.

Hetta er komið illa við hjá fólki, sum hava fingið tannapínu í kjalarvørrinum frá flóðini av karamellunum og sjokulátuni, sum floymir yvir børn og vaksin jóladagarnar.

Foreldur, sum hava vent sær til Sosialin, eru næstan komin í rasshaft av tannlæknafrítíðini, tí børn eru komin so illa fyri av tannapínu.

Men telefonsvararnir á teimum seks tannlæknastovunum í Havn greiða fólki við átrokandi ørindum frá, at stongt er millum jóla og nýggjárs, og at opið er aftur týsdagin.

- Tá ert tú vælkomin at ringja aftur, sigur ein av telefonsvararunum.

So er bara at vóna, at ræðuliga tannpínan ikki er horvin tá?