Tap til Anniku og Follo á heimavølli

Molde var effektivari enn Follo, og tað gjørdi munin í dag

Føroyski landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen og liðfelagarnir í Follo tóku í dag móti Molde í heimadysti í bestu norsku hondbóltsdeildini.

 

Molde sum var effektivari í álopspartinum vann dystin 32-30. Sambært hagtølunum skoraði Molde upp á 32 av 46 málmøguleikum, meðan Follo skoraði upp á 30 av 50 málmøguleikum.

 

Í steðginum var Molde á odda 17-16.

 

Annika hevði í dag eitt bjargingarprosent upp á 11 prosent. Kappingarneytin, June Cecilie Krogh hevði eitt bjargingarprosent upp á 12 prosent. 

 

Á plusssíðuni í dag var, at Annika í einum føri sendi bóltin í netið hjá Molde og bleiv sostatt noterað fyri eitt mál.

 

Follo hevur tvey stig aftaná tríggjar teir fyrstu dystirnar hetta kappingarárið.