Liðini hjá landsliðsleikarunum, Súnu K. Hansen og Rakul Wardum, Skanderborg og Ringkøbing hava bæði stríðst fyri at sleppa undan niðasta plássinum í niðurflytingarbólkinum í bestu donsku hondbóltsdeildini. Liðið sum endar aftast skal spæla dystir móti Holstebro úr næstbestu deildini um rættin at spæla í bestu deildini komandi ár.
Men í dag var eingin úrtøka til Skanderborg og Ringkøbing.
Súna skoraði eitt mál, legði upp til eitt mál og vann liðnum tvey brotskøst, tá hon og liðfelagarnir í Skanderborg á útivølli taptu 36-40 (18-20) fyri EH Aalborg.
Rakul bjargaði átta av 34 málroyndum, tá hon og liðfelagarnir á heimavølli taptu 32-36 (15-18) fyri Silkeborg-Voel.
Skanderborg endaði aftast í niðurflytingarbólkinum við tveimum stigum. Ringkøbing er næstaftast við trimum stigum. Silkeborg-Voel er fremst við 10 stigum, EH Aalborg hevur sjey stig, og Bjerringbro hevur fýra stig.
Sostatt mugu Súna og liðfelagarnir spæla upp- og niðurflytingardystir móti Holstebro. Spælt verður best av trimum dystum.